Fíggingin av føroysku landsvegunum, sum Landsverk umsitur, er í dag beinleiðis á løgtingsfíggjarlógini, har Landsverk fær eina játtan til at reka landsvegakervið fyri. Avbjóðingin við játtanini er, at hon er minkað tey seinastu mongu árini. Bæði tí játtanin er beinleiðis skorin, og tí hon er minkað orsakað av inflasjón. Harafturat hevur ferðslan og slitið, sum fylgir við, verið vaksandi við yvir 30 % tey seinastu 10 árini á ávísum teinum.
 

Játtanin til landsvegahaldið
Niðanfyri standandi talva vísir greitt, at játtanin til landsvegahaldið als ikki hevur fylgt við gongdini í samfelagnum annars. 

Neyðugt hevur tí verið at raðfest avmarkaðu játtanina til at halda vegirnar og kavaruddingina á einum nøktandi støði. Árið 1996 er valt, tí vit hava ikki nóg nágreinilig tøl longur aftur, ið kunnu nýtast sum samanbering.

Um játtanin frá 1996 á 61 mió. kr. verður framroknað til í dag, hevði upphæddin verið góðar 90 mió. kr. í 2018. Henda upphædd verður mett at vera nøktandi, bæði viðvíkjandi viðlíkahaldi av vegakervinum, og at byrja arbeiðið at fáa aftur eftirsleipið. Hetta hóast at játtanin í 1996 tá var mett at vera lág. Landsverk hevur eisini fyrr boðað frá, at fyri at klára at halda stand á landsvegakervinum eigur játtanin at liggja um 70 mió. kr. árliga, tá er tað at heinta inn eftirsleipið ikki íroknað.

Í tíðarskeiðinum frá 1996 til í dag eru stórar broytingar hendar í føroyska samfelagnum, og í høvuðsheitum kann sigast, at samfelagsmenningin hevur gingið framá. Dagsins samfelag er merkt av rationalisering, effektivisering og automatisering í framleiðslu og útinning av arbeiðum. Eitt nú hevur tøknin yvirtikið fleiri av arbeiðsuppgávunum, ið áður kravdu arbeiðsmegi. Hjá Landsverki eru eisini gjørdar broytingar. Í dag eru væl færri starvsfólk, ið arbeiða við vetrarhaldi enn í 1996. Orsøkin er millum annað at alsamt meira tøkni verður nýtt at stýra og effektivisera arbeiðið við. Framkomna tøkniliga útgerðin krevur tó eitt øðrvísi viðlíkahald og útreiðslur til tøkniligar loysnir. 

Vetrarhaldið var væl dýrari at reka í 1996 enn í 2018. Hóast hesa effektivisering er tað langt frá nóg mikið at halda støðið á vegakervinum og fáa eftirsleipið aftur, sum hevur hópað seg upp gjøgnum árini. Støðan í øðrum Norðurlondum hevur verið tann sama, men har hevur tann politiski myndugleikin í størri mun tikið stig til at fáa vent gongdini.

 


Mynd 1: Játtanin frá 1996 til 2018 og samlað játtaná fíggjarlógini

 

Mynd 1 vísir, at játtaða peningaupphæddin til landsvegahaldið er í dag góðar 20 mió. kr. minni enn í 1996. Búskaparliga menningin frá 1996 til 2018 viðvirkar til, at fasta játtanin er minkað á hvørjum ári. Bláa linjan á vinstra ási á strikumyndini vísir, at í 1996 var játtanin til landsvegahaldið 61 mió. kr. Reyða linjan vísir, at samlaða játtanin á fíggjarlógini fyri sama ár var 2,5 mia. kr. Í dag er samlaða játtanin á fíggjarlógini omanfyri 5 mia. kr.

Í 1996 er játtanin á 61 mió. kr., 2,3 %
av táverandi samlaðu fíggjarlóg.

Í 2018 er játtanin 42 mió. kr., ið svarar til 0,9%
av núverandi samlaðu fíggjarlóg.

Fíggingarhættir

Hvussu eitt samfelag velur at fíggja nýgerð og rakstur í sambandi við vegir, brýr, tunlar og aðrar samferðsluleiðir, er í stóran mun tengt at politiska rákinum. Hættirnir spenna líka frá almennari skattafígging til brúkarafígging burturav. Byggi-, rakstrar- og ognarviðurskifti kunnu somuleiðis vera ymisk, alt eftir hvørja farleið, talan er um.
Í grannalondum okkara eru seinastu árini fleiri størri samferðsluverkætlanir bygdar, sum eru ogn hjá antin privatum, almennum ella samansettum partafeløgum.

Samanumtikið kann sigast, at nýggju fíggingarhættirnir, ið hava vunnið 
seg fram í Norðurlondum um aldarskiftið, bera allir brá av, at ein størri partur 
av váðanum er fluttur yvir í privata geiran. Hesar verkætlanir eru oftani 
fíggjaðar við brúkaragjøldum. Inntøkur til landskassan eru ikki bara 
inntøkuskattur og MVG, men eisini avgjøld, ið beinleiðis stava frá bileigarum, 
sum skrásetingargjøld, vegskattur og brennievnisgjøld.

Orsøkin finst helst í teimum umstøðum, ið valda, har eitt tíðarskeið við 
stórum búskaparvøkstri skapti øktan eftirspurning eftir íløguverkætlanum 
hjá privatum, og at almennu íløguloftini eru rokkin. Tá slík loyvi verða givin, 
eru treytir settar privata felagnum.

Í Føroyum eru tað í løtuni bert undirsjóvartunlarnir, ið verða fíggjaðir og riknir uttan fyri fíggjarlógina ígjøgnum almenn partafeløg. Loysnin er á mangan hátt góð, tí fíggjarkostnaðurin av tunlunum er minimeraður, tá landið veðheldur og samstundis ikki krevur størri avlop enn til rakstur og viðlíkahald. 

Hættirnir at skipa hesar verkætlanir eru óteljandi, men alt eftir, hvør háttur verður nýttur, eru bæði fyrimunir og vansar.

Inntøkur og útreiðslur til samferðsluna

Einki beinleiðis samband er millum tað, sum verður tikið inn frá bileigarum, og hvørjar útreiðslur eru til at reka samferðsluna fyri.

Eitt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur til samferðsluna kann tó vera við til at lýsa støðuna, og geva faktuellar upplýsningar í samband við at støða skal takast um gjaldsháttir, til dømis at áseta fleiri bummgjøld. Nevnast kann, at Landsverk í 2016 gjørdi eitt notat til politisku skipanina, sum lýsti fleiri fíggingarmøguleikar av samferðsluni nærri.

Um hugt verður eftir, hvussu samferðslukervið verður fíggjað í dag, sæst, at tikið verður meira inn frá brúkarunum, enn tað verður latið aftur í sambandi við íløgur og viðlíkahald av kervinum. 

Inntøkur til landskassan eru ikki bara inntøkuskattur og MVG, men eisini avgjøld, ið beinleiðis stava frá bileigarum, sum skrásetingargjøld, vegskattur og brennievnisgjøld.

Inntøkan fyri skrásetingargjald var
í 2017 163 mió. kr. Ein øking væntast í
inntøkuni fyri 2019 at vera 169 mió. kr.

Inntøkan fyri vegskatt var í 2017 118 mió. kr.
Ein øking væntast í inntøkuni fyri 2019 at
vera 126 mió. kr.


Mynd 2: Munurin á játtanini til landsvegahaldið við roknaðum prísvøkstri síðani 1996 samanborið við inntøku frá skrásetingargjaldi og vegskatti.

Talvan vísir, hvørjar inntøkur beinleiðis koma inn í sambandi við 
samferðslukervið, og somuleiðis hvørjar útreiðslur eru knýttar at 
samferðslukervinum. Inntøkugjøldini eru býtt sundur í einstøk gjøld, føst gjøld, koyrigjøld og brúkaragjøld. 

Inntøkurnar í 2016 vóru tilsamans 577 mió. kr. Útreiðslurnar eru býttar sundur í íløgur og rakstur á ávikavist 255 mió. kr. og 109 mió. kr. á tilsamans 364 mió. kr. Tað vísir, at av teimum 577 mió. kr., ið verða kravdar inn frá samferðslukervinum, verða einans 364 mió. kr. latnar út aftur til samferðslukervið. Tað er ein munur á 213 mió. kr.
 

Meiri ella minni bilferðsla
Við avgjøldum kann atburðurin í ferðsluni helst skipast, soleiðis sum avgjøld á eitt nú tubakk og rúsdrekka hava broytt gerandis- og frítíðarvanar hjá fólki. Grundarlagið undir slíkum átøkum er eitt ynski um betri fólkaheilsu, men tílíkar skipanir, ið eggja til hugburðsbroytingar, eru ikki settar í verk innan bilferðslu.

Um ynskið var at minka um ferðsluna, var tað ein møguleiki at lagt eitt avgjald á brennievni ella roadpricing, soleiðis at hvør koyrdi km kostar. Tey hægstu avgjøldini eru skráseting av akfari og vegskattur, sum merkir, at tað kostar at fáa ein bil, og at hava hann. Jú meira ein koyrir, jú lutfalsliga bíligari verður bilurin.

Ein fyritreyt fyri samfelagsmenning er eitt gott og smidligt flytføri av bæði vørum og arbeiðsmegi. Í einum tættbygdum stórbýi, eru fyritreytirnar fyri eini gagnligari almennari skipan væl størri enn í Føroyum, har talan er um lutfalsliga smáar býir og bygdir. Ein slík skipan er í høvuðsheitum alternativ til privata bilkoyring. Tískil er flytføri hóast alt tengt at privatari bilkoyring, tí almenn ferðsla ikki er ein møguleiki fyri mong her í Føroyum.

 


 

Ein haldbarur fíggingarháttur er neyðugur

Verandi gongd, har vit sum samfelag hava valt at gera íløgur í undirstøðukervið og samferðslu, forfellur vegna vantandi viðlíkahald. Hetta halda vit sum fakfólk, ikki er ein haldbar loysn. 

Ein haldbarur fíggingarháttur, sum tryggjar at íløgur ikki fara fyri skeyti av manglandi viðlíkahaldi, er skilagóð umsiting av landsins ognum. Landsgrannskoðarin nevnir hetta í notati til Løgtingsgrannskoðararnar um landsins bygningar, og hetta kundi eisini verið nevnt fyri samferðsluna, undirstøðukervið og ferjur, sum landið eigur:

”Samanumtikið ræður um skynsemi, tá ið landið keypir, heldur
viðlíka ella selur bygningar. Nærri ásetingar eru ikki um, hvussu
farast skal fram, men Landsgrannskoðanin heldur, at ein
grundregla má vera at fara væl um ognirnar og at vera sparin,
tá um almennar ognir og rakstur ræður.”

(Endurgeving úr frágreiðingini "Notat til løgtingsgrannskoðararnar um sølu av bygningum hjá landinum", februar 2016. Leinkja: https://lg.fo/upload/tinymce/88a1a1d9e77773689befd6722aecbfde611890c4.pdf)

Mælt verður tí til, at ein haldbarur
fíggingarháttur, sum tryggjar at íløgur
ikki fara fyri skeyti av manglandi
viðlíkahaldi, verður funnin.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: