Tøknilig frambrot

Tøknin er alla tíðina í menning, og steðgar ongantíð upp. Tøknin byrjar, mennist, heldur á, broytist, varðveitir status quo, men kann eisini vera fyri niðurgongd. Gerandisdagurin, livihátturin, arbeiðsmentanin og samskiftið hjá fólki gerast alsamt meira tengd at tøkni, og í dag hava flest fólk eina snildfon í lummanum, ið hevur alskyns hentleikar, ið lætta um tilveruna og undirhalda.

Heimurin er beint nú á einum tøkniligum vegamóti við fjórðu 
ídnaðarkollveltingini, har mørkini millum tað fysiska, tøkniliga og lívfrøðiliga gerast alsamt ósjónligari. Tilgjørt vit og skil í robottum ger, at framleiðsla og veiting av alskyns tænastum í minni mun verða framd av menniskjum og enn minni í framtíðini.

Tann fyrsta ídnaðarkollveltingin í Evropa kom í umleið ár 1765, og var sermerkt av mekanisering og dampmaskinuni. Næstan eina øld seinni kom seinna ídnaðarkollveltingin í 1870, og hon var sermerkt av nýggjari tøkni og orku sum ravmagni, gassi, olju og harvið brennievnismotorinum. Stálídnaðurin vaks, møguleikar fyri fjarsamskifti byrjaði í hesum tíðarskeiði, og flytførið mentist stórliga.

Triðja ídnaðarkollveltingin seinast í sekstiárunum kom við heilt nýggjari orku, nevniliga kjarnorku. Telduídnaðurin, biotøkni, robottøkni og automatisering var á byrjanarstøði í hesum tíðarskeiði. Í stuttum kunnu ídnaðarkollveltingarnar lýsast soleiðis, at fyrsta ídnaðarkollveltingin nýtti vatn og damp at mekanisera framleiðslu, næsta kollveltingin nýtti ravmagnsorku til frama fyri hópframleiðslu, og triðja kollveltingin nýtti 
elektronikk og kunningartøkni til at automatisera framleiðslu.

Eyðkennið fyri fjórðu ídnaðarkollveltingina er, at telduskipanirnar kunnu samskifta við hvørja aðra, og í framtíðini fara millum annað bilar at kunna samskifta við hvønn annan. Her eru vit komin til í dag.

Ein kollvelting innan undirstøðukervið kann tí sigast at vera á veg til Føroya. 
Vejdirektoratet metir, at um ár 2030 verða fyrstu skipanirnar settar í verk 
í Danmark, har bilar og onnur akfør verða sjálvkoyrandi, privat sum vinnulig, eins og skip og ferjur.

 

 

Longri frammi í tíðini kunnu flúgvandi akfør koma í staðin fyri koyrandi akfør. Flúgvandi akfør, sum flest munnu seta í samband við uppspunnar framtíðar søgur og filmar, eru ikki bert dreymamyndir og hugflog longur, men ein veruleiki, ið stendur beint í durunum. Fleiri fyritøkur innan tøkni og bilframleiðarar eru farin undir at gera kanningar og royndir við slíkum akførum.

FLUTNINGSKERVIÐ MÁ TILLAGAST
Hóast flúgvandi bilar er ein veruleiki longur frammi í tíðini, eiga avvarðandi myndugleikar av samferðslukervinum longu í dag at fylgja við allari menning og tillaga flutningskervið samsvarandi.

El- og hybridbilar eru longu ein veruleiki, og fyrstu sjálvkoyrandi akfør, sum longu eru ment, kunnu væntast at síggjast á vegunum um fá ár. Tað er tí umráðandi at arbeiða og planleggja við heildini og framtíðini í huga. Fylgja vit føroyingar ikki við í menningini, kann tað koma okkum aftur um brekku, tí vaksandi ferðslutrýst og mentanarbroytingar henda treytaleyst. Tí fylgja bæði Strandferðslan og Landsverk við, hvussu tøknin mennist í øðrum londum við at gera bæði kanningar og egnar ferðsluforsagnir um, hvussu ferðslan fer at broytast í framtíðini.

Ætlanin er tí at skipa arbeiðið við samferðslukervinum so skynsamt og framsíggið sum møguligt, soleiðis at neyðugar tillagingar kunnu gerast í góðari tíð.

Ætlanin við hesum partinum í Samferðsluætlanini er at lýsa framtíðina innan flutning og undirstøðukervið. 

Nýggj sløg av akførum fara at koma ístaðin fyri brennievnisakfør, sum í dag vera stýrd av bilførarum.

Hetta seti øðrvísi krøv og treytir um tillagingar til undirstøðukervið.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: