Umhvørvi - grøn orka og heilsa

Strandferðslan og Landsverk ynskja í samstarvi við aðrar stovnar, kommunur og áhugaði at menna eitt ‘grønt undirstøðukervi’ í Føroyum. Tað merkir at fáa fleiri ella meiri:

   » náttúruøkir
   » viðarlundir
   » skógarlendi
   » bø
   » vøtn
   » spælipláss
   » gongu- og súkklurásir
   » áir

 

 

Í hesum økjum kunnu fólk reika í frítíðini uttan umhvørvisdálkandi drívmegi, og uppliva náttúruna uttan órógv frá ofta skundisliga gerandisdegnum. 
Allar kanningar vísa týðiliga, at slíkar leiðir og øki skapa javnvág í menniskjum. Bretskar kanningar vísa á, at fólk, ið búgva tætt við náttúruna ella brúka tíð úti, uppliva mong jalig árin fyri heilsuna. Til dømis minkar vandin fyri at fáa sukursjúku, hjarta- og æðrasjúkur, strongd og ov høgt blóðtrýst (Kanning hjá University of East Anglia, 2018: www.uea.ac.uk/about/-/it-s-official-spending-time-outside-is-good-for-you).

Afturat góðari heilsu, vísa kanningar, at menniskju gerast blíðari við seg sjálvi og onnur, um tey ferðast nógv úti, tey gerast skjótari frísk, um tey eru á sjúkrahúsi og klára seg betri í skúlanum (Donsk grein um náttúruna: www.verdensskove.org/node/36079). Kenda amerikanska mánaðarritið National Geographic staðfesti eisini við einari umfatandi kanning, at fyrimunirnir av at vera í náttúruni er fleiri, og ikki minst, at jørðin og grøn øki eru ein natúrligur og innbygdur partur av menniskjanum (Grein um at ferðast í náttúruni: www.nationalgeographic.com/magazine/2016/01/call-to-wild/).

Grøn øki og leiðir eiga at vera varðveidd og ment til frama fyri trivnaðin hjá vanliga borgaranum. Grøna undirstøðukervið letur upp fyri øðrum loysnum fyri flutningi enn tær vanligu, ið ofta eru dýrar og dálkandi fyri umhvørvið. Eitt ‘grønt undirstøðukervi’ skal harafturat síggjast og fatast í breiðum høpi og setast í samband við veðurlagsbroytingar, umhvørvi og aðra ávirkan á okkara klótu. Hesi viðurskifti hava eisini týdning fyri heildarmyndina av samferðslukervinum og at byggja og menna føroyska undirstøðukervið. Tí meta Strandferðslan og Landsverk, at evnið er ein natúrligur partur av samferðsluætlanini.

Verandi undirstøðukervið við longum vegateinum og sjóvegis farleiðum er tó upprunaliga bygt til brennievnisakfør. Flutningurin kann tó við 
hugburðsbroyting og vilja gerast meira umhvørvisvinarligur og burðardyggur, soleiðis at linjuføringar og staðsetingar av vegum, tunlum og havnum og øðrum verkløgum, gera minst møguligt inntriv í náttúruna, at almenna ferðslan í størri mun kann gerast ein normur, og at drívmegin í akførunum er onnur enn lívrunnin evni.

NAKRIR GRUNDLEGGJANDI FYRIMUNIR VIÐ EINI
UMSKIPAN TIL EL-DRÍVMEGI ERU:

   » ravmagn er fleiri ferðir lættari at flyta enn olja og onnur
      tyngri orka

   » el-motarar eru samansettir av færri lutum

   » prísurin fyri battaríir, fyri sensorum til sjálvkoyrandi bilar og
      onnur tøkni minkar støðugt

   » stórur áhugi er millum íleggjarar í ferðslu og nýggju tøknina

   » fíggingin hjá fólki gerst betri, tí tey spara í bilavgjøldum,
      skulu ikki gjalda fyri parkering, eingi trygdargjøld, eingi
      brennioljugjøld ella onnur avgjøld

   » akfarið kann løða seg sjálvt við sólorku, sum er í sera skjótari
      menning í løtuni, og har prísurin fyri slíkar tænastur eisini
      minkar støðugt

   » færri ferðsluvanlukkur sum heild, og færri andlát
      orsakað av útláti og dálkaðari luft

   » árin av kropsligum óvirkni kunnu minkast, tí fólk gerast
      minni tengd at persónligum flutningstóli

   » óljóðið frá ferðsluni kann minka munandi við fleiri elakførum

 

Í Samferðsluætlanini er nevnt áður, at framburður, menning og vøkstur eru nakrar av fyritreytunum fyri einum væl virkandi samfelagi. Tó hava hugtøkini ikki altíð bara jaliga ávirkan við sær. Tá ein vegur verður gjørdur ella tunnil boraður, verða inntriv gjørd í náttúruna. Hetta er tó til frama fyri samfelagsmenningina, og er talan um neyðug inntriv fyri, at menniskjan kann liva og virka. Bústaðarøki eru staðsett kring alt landið.

Flutningur er neyðturviligur fyri vinnuna, og sum heild eiga øll at kunna ferðast trygt og skjótt til og frá øllum støðum.
 

 

MEGINREGLAN INNAN LANDS- OG BÝARPLANLEGGING
EIGUR TÓ ALTÍÐ AT VERA, AT:

   » inntrivini hava minst møgulig skaðilig árin á náttúruna
   » at dálkað verður sum minst
   » at umstøður og hentleikar eru tøkir hjá fólki til at velja aðrar
      hættir at ferðast við enn við privatbili
   » vegir og gøtur eiga at haldast rein
   » grønu økini mugu haldast viðlíka
   » vegir mugu vera í góðum standi
   » til frama fyri eini jaligari broyting í ferðamynstrinum,
      soleiðis at fleiri fólk nýta súkklu ella ferðast til gongu, má
      vissa verða fyri, at undirstøðukervið altíð er í góðum standi

Javnan verður hugleitt um, at veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka Føroyar í framtíðini, og vit hoyra eisini spádómar um fleiri stormar, hægri miðalhita, og at havflatan økist. Hvussu verða Føroyar ávirkaðar hesum viðvíkjandi, hvørjar eru avbjóðingarnar, og hvat fyribyrgjandi arbeiði kann gerast, eru viðkomandi spurningar, ið Strandfaraskip Landsins og Landsverk áhaldandi leita eftir svari uppá, og viðgera í teirra planleggingararbeiði.

ORKUPOLITISK ÆTLAN – EINAR GRØNARI FØROYAR
Heilsu- og Innlendismálaráðið legði í juni 2018 út í kortið eina 
orkupolitiska ætlan, sum sigur, at Føroyar skulu vera grønari, og at øll 
elorka á landi skal stava frá verandi orku í 2030. Í frágreiðingini vísti arbeiðsbólkurin á, hvussu málini hjá táverandi samgonguni kundu røkkast. Í ætlanini verður staðfest, at stórar útbyggingar eru neyðugar, serliga av vind- og sólorku og battarí- og pumpuskipanum. Harafturat verður dentur lagdur á, at einstaki føroyingurin eisini hevur ábyrgd, og roynt verður at eggja fólki til at velja grønari loysnir. Eitt av málunum er, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skal hitast við grønari orku í 2025.

Mælt var til at seta forboð fyri at seta oljufýr upp í nýggjum húsum frá 2020, og í 2021 at nýggj oljufýr sum høvuðsregla ikki verða sett upp fyri gomul.

SAMGONGAN, IÐ VARÐ SKIPAÐ Í SEPTEMBER 2015, SETTI SÆR GREIÐ MÁL Á ORKUØKINUM. Í SAMGONGUSKJALINUM VARÐ SKRIVAРUM ORKUMÁL:

   » Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu
   og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minsta lagi
   helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innan fyri 10
   ár hitast við grønari orku. Í 2030 skal øll elorka á landi koma
   frá varandi orku. Fyri at gagnnýta el-orkuna í yvirskoti og geva
   rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu
   hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu. Verandi stuðuls- og
   avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum.
   Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, og
   ætlan fyri orkusparing og -umlegging gerast fyri eldri
   bygningar. Vinnumenning og útbúgvingar innan grøna
   tøkni og orku skulu stimbrast.«

Arbeiðsbólkurin legði fram uppskot til ítøkilig átøk fyri at røkka málunum 
hjá samgonguni. Átøkini, sum vóru skotin upp í frágreiðingini, skuldu geva 
eina góða heildarloysn fyri orkuframleiðsluna og orkunýtsluna í Føroyum.

Høvuðsendamálið var, at frágreiðingin kundi gerast eitt gott íkast til arbeiðið at flyta Føroyar frá fossilum til varandi orkukeldur.

 


        Heimsmálini

 

Hóast Strandferðslan og Landsverk arbeiða til frama fyri føroysk viðurskifti, er umráðandi, at myndugleikarnir hugsa um ta ávirkan, landið hevur fyri allan heimin. Neyðugt er sjálvandi, at Strandferðslan og Landsverk planleggja við framtíðini í huga og síggja avleiðingar av linjuføringum í einari heild, eins og hvussu føroyska samfelagið verður ávirkað av teimum verkætlanum, ið verða settar í verk. Tað er tó eisini neyðugt at hugsa í heimshøpi, og føroyska samfelagið eigur at virka fyri betri umstøðum fyri allar heimsins borgarar.

Bæði Strandferðslan og Landsverk ynskja at taka støði í heimsmálunum, sum Sameindu Tjóðir hava samtykt, har umhvørvi, grøn orka og fólkaheilsa eru nøkur av aðalmálunum.
 

HEIMSMÁLINI HJÁ SAMEINDUM TJÓÐUM

   » Sum ein ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum eiga
   Føroyar, á sama hátt sum onnur lond, at taka menningarmálini
   hjá ST til sín og eftir førimuni royna at røkka teimum. Tað hava
   vit í landsstýrinum eisini valt at gera.«

Henda boðskap legði fyrrverandi løgmaður Aksel V. Johannesen fram í røðu, sum hann helt um heimsmálini hjá ST á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 23. februar 2018.

Heimsmálini eru 17 í tali, og 169 undirmál ella uppgávur eru fyri hvørt høvuðsmál. Tey vóru samtykt á ST aðalfundi í 2015.

Øll 193 londini, sum hava tikið undir við heimsmálunum, mugu hvør sær taka 
útgangsstøði í egnum veruleika, og við egnum raðfestingum virka fyri 
at fremja málini. Grundhugsanin er, at vit hava øll rættindi til at liva eitt gott lív, 
men eisini skyldu at veita komandi ættarliðum somu møguleikar og fyritreytir fyri einum góðum lívi. Her hava Føroyar góð kort á hondini og kunnu ganga á odda og gerast ein fyrimynd fyri onnur lond.

Endamálið við heimsmálunum ella burðardyggu menningarmálunum er millum annað at basa fátækradømi og hungursneyð, at lyfta støðið upp á heilsu- og útbúgvingarøkinum, at virka ímóti ójavna, at veita teimum neyðstøddu reint vatn og skapa møguleikar fyri menning. Meira kann lesast um heimsmálini her: www.landsstyrid.fo.

Millum heimsmálini er nr. 9, Vinna, nýskapan og undirstøðukervi, har í hugtakinum undirstøðukervi liggur menning og nýgerð av undirstøðukervinum, men eisini varðveitsla av tí gjørda. Nýggir vegir skulu gerast, men ikki gloymast, tí vegirnir skulu rekast, og virðið á teimum haldast uppi við víðlíkahaldsarbeiði. Heimsmálið fevnir í høvuðsheitum um støðuna í menningarlondunum, og hvussu teirra undirstøðukervi kann styrkjast og virka fyri menning fyri alt samfelagið.

Menningarlondini skulu mennast til at vera ídnaðarlond, sum merkir, at ídnaður skal gerast ein størri partur av samlaða landsbúskapi teirra. Soleiðis kunnu fleiri lokal arbeiðspláss skapast, virðið av framleiðsluni kann koma landinum til góðar, og rávøra nýtist ikki øll at vera seld uttanlands. Fyri vesturheimin og meira framkomin lond, er heimsmálið viðkomandi á tann hátt, at finnast mugu nýggir hættir at arbeiða meira burðardygt og at nýta tilfeingið meira skynsamt og umhvørvisvinarligt.

Mál nr. 3 um góða heilsu og vælferð hevur við ferðslutrygd at gera, og tað er eisini viðkomandi í arbeiðnum hjá Landsverki at menna eina súkkluætlan. 
Mál nr. 7 um burðardygga orku er eisini viðkomandi í mun til vandamikið útlát og dálking, og hvussu lívrunnin orka kann minkast niður í einki.
Mál nr. 11 er eisini viðkomandi fyri Strandferðsluna og Landsverk, 
sum eitur Burðardyggir býir og bygdir. Undirheitið er Gera býir 
og búsetingar inkluderandi, tryggar, haldgóðar og burðardyggar.
 Her er høvuðsendamálið, at áðrenn 2030 skulu øll hava atgongd til skikkaðar og tryggar bústaðir fyri ein rímiligan kostnað og atgongd til grundleggjandi tænastur.

Støðan á flest øllum økjum er væl verri í fleiri londum, enn hon er her í Føroyum. Tað er tó eingin ivi um, at við búskaparligu gongdini, vit uppliva í løtuni, hava Føroyar orku og tilfeingi til at arbeiða við átakinum frá ST. Neyðugt er tó, at Føroyar varpa ljós á manglandi raðfestingina í undirstøðukervinum her heima, tí hvussu kann áhugi vera fyri flutningsavbjóðingum í øðrum londum, um bæði undirstøðukervið og bygningar standa og fella í virði hjá okkum sjálvum, orsakað av vantandi viðlíkahaldi? Um vit í Føroyum ynskja at seta í verk og varðveita burðardygga menning, økja um framleiðslu og inntøku, at
styrkja heilsu- og útbúgvingarøkið, bæði í heimshøpi og her heima,
er neyðugt at fremja íløgur í undirstøðukervið. Tað eru høgar upphæddir, 
ið hava verið og framhaldandi verða settar í at menna flutningsmøguleikarnar 
hjá føroyingum, og tað hava vit skyldu til at virða við einum langtíðarsjónarmiði.

Varðveitsla og viðlíkahald av tí, ið bygt verður, og at hava fyrilit fyri umhvørvi, trivnaði og heilsu, tykist at vera í samsvari við politisk rák í fleiri øðrum londum, har umhvørvi støðugt verður sett á breddan og umrøtt. Vónandi verða heimsmálini sjónligari hjá bæði Landsverki og Strandferðsluni, men eisini hjá landsins politikarum.

 

 

Manglandi viðlíkahald er ábyrgdarleyst, og vísir manglandi virðing fyri teimum risastóru íløgunum, ið vera gjørdar í okkara undirstøðukervi. Les um manglandi viðlíkahald og tilhoyrandi átøk í partinum Trygt ferðslukervi við skerdum viðlíkahaldi? á heimasíðuni hjá 
Landsverki www.landsverk.fo.

Viðlíkahald eigur ikki at vera ein sekunder uppgáva, sum bert verður framd, tá virksemið er í vanda, men heldur eitt vísindaligt háttalag at halda virði og tryggleika uppi á verklagnum og fyribyrgja, at støðan versnar.

Samskifti millum fakliga partin og myndugleikarnar, ið áseta fíggingarupphæddir, er ikki altíð sunt ella úrslitagott, og tað er heldur ikki lætt at vísa á týdningin av regluligum viðlíkahaldi. Ikki fyrr enn verklagið ikki tænir sínum endamáli longur, og virksemi steðgar – sum til dømis, um ein brúgv rapar, vakna fólk við kaldan dreym.

Strandferðslan og Landsverk mæla tí til, at Samferðsluætlanin verður lisin við nærlagni og umhugsni.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: