14-06-2021
Sáttmáli undirskrivaður til nýggja Sjóvinnustýrið
Sáttmálin til nýggja Sjóvinnustýrið, er undirskrivaður í dag.

Samkoma var á Fiskastykkinum í Sandavági í morgun, har stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge og stjórin á Búsetur, Sjúrður Holm undirskrivaðu sáttmálan til nýggja Sjóvinnustýrið. 

Heildararbeiðstøkusáttmálin er á knappar 23,8 mió.

Sigurd L. Lamhauge bjóðaði vælkomin, síðani bar Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fram røðu.

Ragnar Zachariasen frá ZETA arkitektum hevði eina framløgu um nýggja Sjóvinnustýrið, sum skal staðsetast á Giljanesi. 

Prosjekteringin er farin í gongd, og skal hon verða liðug í desember 2021. Byggingin skal verða liðug í mai 2023.

 

Myndirnar hevur Jákup F. S. Olsen, deildarleiðari á Byggideildini á Landsverki tikið: 

 

Úrslit: