10-05-2021
Veitsludagur í Hvalba
Alment hátíðarhald var leygardagin 8. mai, tá Hvalbiartunnilin var tikin alment í nýtslu. Stór mannfjøld var til morgunmat í Roynhøllini áðrenn almenna tiltakið, har snórurin varð kliptur.

Hvalba varð leygardagin við einum skjótum klippi knýtt munandi tættari at restini av tí føroyska samfelagnum, tá gamli Hvalbiartunnilin varð loystur av og tann nýggi latin upp fyri almennari ferðslu.

Hoppiborgir til børnini, djús, rundstykki, kaffi og te og lagkøka var til tey hundraðtals fólkini, sum vóru komin til morgunmat í Roynhøllini klokkan 9 leygarmorgunin. Útnyrðingurin hevði við sær kalda luft, men sólin, sum fyri tað mesta skein av einum skýleysum himni, hjálpti væl til.

Klokkan 11.30 byrjaði almenna hátíðarhaldið við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin, har Tvøroyrar Hornorkestur undir leiðslu av Tróndi Enni spældi.

Stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, bjóðaði fólki vælkomnum og helt eina stutta røðu. Hann hugleiddi um, hvussu langt útbyggingarnar av føroyska samfelagnum eru komnar, nú vit fyri fyrstu ferð hava tveir tunlar til somu leið. Ein gamlan og ein nýggjan.

 - Allir nýbygningar - tað verið seg tunnil, bygningur, flogvøllur ella havnir - eru eitt framstig. Men nýggi Hvalbiartunnilin er, umframt at vera eitt stórt framstig, ein ítøkilig ímynd av stóru framstigunum, vit sum samfelag hava tikið, tá tað snýr seg um samferðslu. Vit eru komin runt, soleiðis at fyrsti tunnilin, vit føroyingar skutu ígjøgnum, í dag takkar fyri seg, og ein nýggjur kemur í staðin, segði Sigurd L. Lamhauge.

Sigurd L. Lamhauge takkaði Articon, sum var høvuðsráðgevi, LBF, sum var høvuðsráðgevi, EL Service, sum hevði elarbeiðið um hendi, umframt øllum undirveitarum í verkætlanini og starvsfólkinum á Landsverki fyri eitt væla úrslit. Sigurd L. Lamhauge:

 - Fyri Landsverk er dagurin í dag ein stórur dagur. Vit lata øllum føroyingum í dag Hvalbiartunnilin til nýtslu fyri ásettan kostnað, og rokna vit ikki órógvandi farsóttina uppí, so er hann eisini latin innan fyri tíðarætlanina.

Síðani hildu borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, røðu og seinastur at halda røðu var landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

 

Mentan og betong

Landsverk hevði bílagt eitt nýtt tónleikaverk til hornorkestur til høvið frá komponistinum Atla Petersen í Vestmanna. Nýkomponeraða verkið "Hvalbiartunnil" varð frumspælt, beint áðrenn snórurin varð kliptur, og elstu fólkini í Hvalba, Betty Eið og Allon Næs, koyrdu ígjøgnum tunnilin sum tey fyrstu.

Teimum á baki kom mannfjøldin, sum fekk høvi til sum tey fyrstu at ganga ígjøgnum tunnilin. Rennarar, súkklarar, barnafamiljur, gomul og ung høvdu møguleika fyri einastu og seinastu ferð at ganga ígjøgnum tunnilin. Ein stórur partur av áhoyrarunum tóku av møguleikanum.

Á túrinum fingu tey tvær gávur afturat. Joe and the Shitboys, sum vunnu tónleikakappingina Sement herfyri, spældu mitt inni í Hvalbiartunlinum, meðan Uni Debess og Edvard Nyholm Debess spældu við tunnilsmunnan Tvøroyrarmegin.

Við luktinum av nýløgdum asfalti, einum reinum tunli, vælframførdum og livandi punk og bluestónleiki góvu báðir bólkarnir áhoyrarunum eina serliga uppliving, har mentan og betong runnu saman. 

Klokkan 13 koyrdi almenna ferðslan ígjøgnum tunnilin. Røðin av stórum lastbilum, sum tolnir høvdu bíðað við tunnilsmunnan, fóru floytandi inn í tunnilin stutt eftir, at ellisakførini og motorsúkklurnar vóru komnar ígjøgnum sum tey fyrstu.

 

Videobrotini niðanfyri hevur Símun Berg tikið. 

Sigurd L. Lamhauge heldur røðu: https://youtu.be/hMSP9AOyStY 

Janus Thomsen heldur røðu: https://youtu.be/0azjFISbw40

Kristin Michelsen heldur røðu: https://youtu.be/CPoaowbDnes

Jørgen Niclasen heldur røðu: https://youtu.be/Cb321B8nOEs

 

Úrslit: