Almannaverkið hevur víst á, at tørvur er á einum depli til børn og ung við autismu. Almannamálaráðið hevur sett eina bygginevnd, sum hevur orðað eina byggiskrá, ið er send ráðnum og Løgtinginum. Eisini hevur aðalráðið borið uppskot til verklagslóg í Løgtingið. Sambært byggiskránni verður talan um ein bygning á umleið 1.000 fermetrar. Í uppskotinum til verklagslóg verður mælt til at játta 39,0 mió. krónur til samlaðu verkætlanina. Bygningurin skal hýsa eini búeind, eini umlættingareind, eini virkniseind og eini starvsfólkaeind.
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Almannaverkið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Sp/f Kontrast
Høvuðsarbeiðstøkur: Sp/f Konsax, P/F Búsetur, Sp/f Páll Olaf Jacobsen, Sp/f EL.FO, Sp/f Gólvfix v/ Sigurd Hentze og Sp/f Málarameistari Anskar Hansen
Tíðarætlan: Mars 2023
Kostnaðarætlan: 39,0 mió. krónur