Bygningsviðlíkahald - bygningar landsins

Skipan innan økið

Landsverk hevur sbrt. galdandi skipan, ábyrgd av bygningsviðlíkahaldinum fyri bygningar landsins. Bygningar landsins fevna um umleið 200 bygningar á tils. 260.000 m2. Hartil koma umleið 70 aðrir bygningar á umleið 50.000 m2, ið eru leigumál har tað vanliga er bygningseigarin sum tekur sær av bygningsviðlíkahaldinum.


Landsverk fær árliga eina ávísa játtan til bygningsviðlíkahaldið. Í 2023 er tað 27 mio.kr. Landsverk raðfestir regluliga tøku játtanina og tryggjar, at hon verður umsitin á frægasta hátt. Raðfestingarnar vera viðgjørdar saman við avvarðandi stjórnarráðum.

Harumframt eru á einstøkum stovnsøkjum serstøk játtan til bygningsviðlíkahald.
Sum heild er tepurt við játtan til allar bygningar landsins, men er vónin at tað verður betrað komandi árini. Hvørt ár fer játtanin til eitt trýsiffrað tal av verkevnum.

Fyri Landsverk er samstarvið við stovnar týðandi og vil LV við Dalux-skipanini stigvíst fáa ment samstarvið víðari á leið.
Dalux-skipanina er ætlað stovnsleiðarum og teirra varafólkum innan rakstrar- og viðlíkahaldsviðurskifti. Á størri stovnum kann vera talan bæði um stjóran og aðrar rakstrar-/stovnsleiðarar/varaleiðarar.

 

Viðlíkahaldsskipan og markamót

Arbeiðsbýtið millum einstaka stovnin og Landsverk er skipað í ‘Leiðregluni fyri markamót og viðlíkahaldsbýtið millum Landsverk og landsins stovnar’ (markamótarskjalið), ið er tøkt her: Markamót útgáva dagf. 06.06.2022_ rev 8.pdf (landsverk.fo)

Endamálið við skjalinum er at geva stovnum yvirlit yvir hvørjar skyldur Landsverk og stovnurin/brúkarin hava í sambandi við bygningar hjá landinum.

Innan nøkur øki er ikki skipað húsavarðatænasta og er LV í holt við at menna tænastu innan tað økið. Nærri verður at frætta um tað í januar 2024.

Atgongd til viðlíkahaldsskipanina Dalux
Skipanin er ætlað til skráseting av málum innan bygningsviðlíkahald. T.v.s. stovnsleiðari ella varafólk hansara kunnu skráseta mál/uppgávur innan viðlíkhaldi í skipanini.

LV vil eisini eftir umstøðunum royna at koma regluliga runt hvørt ár til allar bygningar landsins og tá gera metingar av støðuni, men ynskir fegin at stovnar eru virknir partur av at eyðmerkja viðurskifti og at samskifta við LV um viðurskiftini.

Atgongd til Dalux-skipanina
Atgongd til skipanina fæst við at skriva til Boga Vinther, toymisleiðara.

Atgongd til skipanina fæst her: www.dalux.com
LV er tøkt við nærri leiðbeining.

Úrslit: