Soleiðis keypir tú grót og skerv
Grót og skervur fæst á verkunum hjá Landsverki í Hundsarabotni, Hústoft og í Porkeri. Útboðið á teimum ymsu støðunum sæst í vøruskránni.
Kundar, ið ikki hava gjaldsavtalu við Landsverk, rinda fyri vøruna, áðrenn hon verður heintað. Gjaldast kann á peningastovnum. Tað ber somuleiðis til at flyta peningin beinleiðis á konto hjá Landsverki í peningastovnunum. Kundanummar ella telefonnummar skal viðmerkjast á flytingini.
Upplatingartíðir
Hundsarabotnur og Hústoft: Kl. 8.00-16.00.
Porkeri: Kl. 8.00-16.00.
Stongt er ísv. summarfrítið og um jóltíðir. Lýst verður við tíðarskeiðnum nakrar vikur frammanundan her á heimasíðuni. Harumframt kann vera stongt orsakað av ringum veðri.
Bankar
Banki | Kontonummar |
---|---|
Betri banki |
9181-128.220.6 |
Suðuroyar Sparikassi |
9870-101.191.0 |
Føroya Banki |
6460-431.468.0 |
Kreditkeyp
Almennir stovnar, kommunur og arbeiðstakarar kunnu gera kreditavtalu við Landsverk við ávísum treytum. Les meira um treytirnar her: debitorpolitikkur ella heinta ein kredittavtaluseðil her: kredittavtaluseðil
- Keyparin skipar sjálvur fyri flutningi
- Hevur tú kvittanina við, tá tú heintar vøruna, lættir tað um avgreiðsluna
Um tú hevur spurningar í sambandi við keyp av gróti og skervi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við fíggjardeildina á Landsverki á tlf. 290 825 ella 290 761.
* Tikið verður ikki ímóti Visa Elektron, Mastercard ella øðrum kortum.