Kanning av aldum og streymi

Mátingar og simuleringar

Landsverk eigur og rekur aldumátararnar, sum liggja ávikavist norðanfyri, sunnanfyri, eystanfyri og vestanfyri Føroyar. Aldudátur verða sendar hvønn tíma umvegis fylgisvein til okkara telduskipan, sum síðani verða vístar á heimasíðuni, umframt at verða lisnar upp í Kringvarpinum. Í mong ár hava sjómenn nýtt aldumátingarnar sum grundarlag fyri teirra metingum av útróðrarlíkindum og seta sítt álit á mátingarnar hjá Landsverki.

Aldu- og streymmátingar

Síðani síðst í sekstiárunum hevur Landsverk gjørt aldumátingar kring Føroyar. Mátingarnar liggja sum grundarlag fyri hagtølum, sum til dømis verða nýttar til at áseta styrki og skap av brimgørðum.

Seinastu árini hevur Landsverk nýtt rætningsvísandi aldumátarar av slagnum Directional Waverider MK III frá Datawell.

Í sambandi við verkætlanir og annað ger Landsverk harafturat kanningar av streymi og aldu á firðum og í sundum. Við somu útgerð ger Landsverk eisini sanntíðar streymmátingar av sjóvarfallinum.

Útgerð til streym- og aldumátingar

  • 2 stk. 300 kHz RD-Instruments Workhorse Sentinel
  • 1 stk. 600 kHz RD-Instruments Workhorse Sentinel
  • 1 stk. 1200 kHz RD-Instruments Workhorse Sentinel 

Uppgávur
Landsverk ger uppgávur fyri kommunur, ráðgevarar, alarar og onnur, sum ynskja at keypa áðurnevndu tænastur.

Sjóuppmátingar

Við serútbúnum starvsfólki og framkomnari útgerð hevur Landsverk bestu møguleikar og førleikar at bjóða seg fram at gera alskyns uppmátingar á sjónum. Hesar fara fram við einum sonenvdum fleirstráluekkoloddi (high resolution multibeam system) á firðum og í sundum.

 

Mátingarnar verða millum annað gjørdar í sambandi við:

  • viðlíkahald av sjókortum og fyri at fáa vissu um dýpið í havnum og innsiglingum
  • nýgerð og dýping av havnum o.ø.
  • eftirlit við havnaanleggum og grótkastum
  • simuleringar og modellroyndir
  • úlegging av sjókaðalum
  • leiting eftir og eftirlit við lutum á havbotninum
  • flokking av botnløgum við umhvørvisligum ella jarðfrøðiligum endamáli
  • ætlanir um nýggj aliøki

Útgerð til uppmátingar:

  • Fleirstráluekkolodd Reson SeaBat 8125
  • Sonar processor
  • Motion sensor - Gyro IXSEA Octans II
  • Trimble DSM232 RTK GPS receiver
  • Hypack PPS Box
  • Hypack Max/Hysweep software
  • Data acquisition computer
  • Generator til 220 V


Við 240 ekkoloddstrálum í 120° vinkul fæst 100% dekningur í breidd = 3.5×dýpið.
Mátast kann í fullari breidd niður á 70 m dýpi (í mesta lagi 150 m dýpi).

Upplýsingar um veitingartíð, eftirviðgerð av dátum, kostnaður og annað fæst við at venda sær til Deildina fyri Infrakervi.

Uppgávur
Landsverk ger nógvar uppmátingar fyri kommunur, almennar stovnar, ráðgevandi fyritøkur, arbeiðstakarar og onnur.


Uppmáting báðumegin byrgingina í Haraldssundi


M/S Ólavur Gregersen, ið sakk í 1984, kom til sjóndar í sambandi við uppmáting við Flesjarnar

Vatnstøðumátingar

Landsverk rekur sjey vatnstøðumátarar, sum eru settir upp við útvaldar havnir, ið umboða innanoyggja sjóøkið. Hesir máta vatnstøðu og hita í sjónum.

Við mátingunum verða útvegað hagtøl fyri flóð og fjøru, ið verða brúkt í sambandi við sigling, havnagerð og annað. Flóð- og fjørumátingarnar eru eisini ein liður í at fastleggja eitt nýtt 0-punkt og betra um GPS neyvleikan. Umframt føstu flóð- og fjørumátararnar hevur Landsverk útgerð, sum kann setast upp í sambandi við avtalu um kanning á ávísum støðum.

Útgerð
SAIV, TD 301R
 

Fleiri upplýsingar
Upplýsingar um veitingartíð, eftirviðgerð at dátum og kostnað og annað fáast við at venda sær til Deildina fyri Infrakervi.

Uppmáting og avseting á landi

Landsverk hevur í mong ár gjørt uppmátingar í sambandi við forkanningar, innanhýsis prosjektering, eftirlitsuppgávur, sýn og aðrar uppgávur, sum krevja neyva staðseting. Landsverk setir eisini av byggilinjur, veglinjur, peililinjur  og annað. Landsverk hevur starvsfólk, ið hava førleikar og útgerð til at gera sera neyvar uppmátingar og avsetingar og kunnu veita punkt og tekningar til fleiri ymisk forrit.

Staðseting við GPS
Til staðseting brúka vit Trimble R7 GNSS útgerð sum grundstøð og  móttakara. Útgerðin mátar við RTK  (Real-Time Kinematic) og neyvleikin er í millimetrum. Útgerðin verður nýtt til mátingar á sjógvi og landi.

Úrslit: