Veðurmátingar kring alt landið

Veðurdátur

Landsverk savnar inn upplýsingar um veður og vind ígjøgnum 27 veðurstøðir kring landið, sum ígjøgnum alt samdøgrið máta millum annað vind, hita, avfall og lufttrýst.

Landsverk rekur 27 veðurstøðir kring landið. Hagtøl eru frá teimum flestu støðunum aftur til 2006, men nøkur hagtøl eru eisini aftur til 1998. Støðirnar máta vindrætning og vindferð (10 min. meðalvind og hvirlur), lufthita, lufttrýst, luftvætu og avfall. Fleiri av veðurstøðunum máta harumframt veghita, vætu á vegnum, svartakálk og salt. Veðurdátur (rádátur) verða latnar til ymisk endamál, m.a.:

  • verkætlanargrundarlag og útrokning av spilltíð og annað í sambandi við bygging
  • skjalprógv í sambandi við skaðar og óhapp og annað
  • útrokning av avfallsnøgdum
  • veðurlagskanningar og –metingar
  • loftferðslukanningar

Kort yvir veðurstøðir

Veðurhagtøl

Útgerð sum vanliga verður brúkt á okkara veðurstøðum, er:

  • Vindmátari: Vaisala, WMT 703
  • Termometur: Vaisala, HMP 155D
  • Hygrometur: Vaisala, HMP 155D
  • Barometur: Vaisala, PMB 110
  • Avfalsmátari: Vaisala, DRD 11A. Í sambandi við veiting av veðurdátum verða upplýsingar um ítøkiligu útgerðina latnar eftir umbøn.

Fleiri upplýsingar

Upplýsingar um veitingartíð, eftirviðgerð av dátum og kostnaði og annað fáast við at venda sær til Deildina fyri Infrakervi. Meginreglan er, at ein ávís upphædd skal gjaldast fyri allar dátur frá Landsverki.

Úrslit: