Viðlíkahaldsskipan og markamót
Arbeiðsbýtið millum einstaka stovnin og Landsverk er skipað í ‘Leiðreglunum fyri markamót og viðlíkahaldsbýtið millum Landsverk og landsins stovnar’ (markamótarskjalið), ið er tøkt her: Markamót útgáva dagf. 06.06.2022_ rev 8.pdf (landsverk.fo)
Endamálið við skjalinum er at geva stovnum yvirlit yvir hvørjar skyldur Landsverk og stovnurin/brúkarin hava í sambandi við bygningar hjá landinum.
Innan nøkur øki er ikki skipað húsavarðatænasta og Landsverk er í holt við at menna tænastu innan tað økið.
Atgongd til viðlíkahaldsskipanina Dalux
Skipanin er ætlað til skráseting av málum innan bygningsviðlíkahald. T.v.s. stovnsleiðari ella varafólk hansara kunnu skráseta mál/uppgávur innan viðlíkhaldi í skipanini.
Landsverk vil eisini eftir umstøðunum royna at koma regluliga runt hvørt ár til allar bygningar landsins og tá gera metingar av støðuni, men ynskir fegin at stovnar eru virknir partur av at eyðmerkja viðurskifti og at samskifta við Landsverk um viðurskiftini.
Atgongd til Dalux-skipanina
Atgongd til skipanina fæst við at skriva til Boga Vinther (bovi@lv.fo), toymisleiðara.
Atgongd til skipanina fæst her: www.dalux.com
Landsverk er tøkt við nærri leiðbeining.
Kunning til landsins stovnar um umsiting og rakstur av bygningum
Tann 3. juni 2024 stóð Landsverk fyri einum kunningar- og dialogfundi fyri starvsfólk hjá landsins stovnum og stjórnarráðum, ið hava við umsiting og rakstur av bygningum at gera. Endamálið við fundinum var at kunna stovnar og ráð um uppgávur og verkætlanir hjá Landsverki, sum eru í gerð ella undir fyrireiking. Luttakararnar fingu millum annað innlit í vavið av landsins bygningum og uppgávurnar innan leigumálsumsiting og orkuskifti. Harumframt snúði fundurin seg um uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum Landsverk og stovnar og stjórnarráð í sambandi við viðlíkahald, rakstur, umbygging, umvælingar v.m.
Tak niður framløgnua frá fundunum her
Viðlíkhald av almennum bygningurm
Yvirskipaða endamálið við bygningsviðlíkahaldi er at tryggja byggitekniska støðið á almennum bygningum, og at tryggja virkseminum í bygningunum fullgóðar og vælvirkandi karmar. Landsverk arbeiðir við at skráseta allar bygningar hjá landinum, soleiðis at møguligt er at gera eina langtíðar viðlíkahaldsætlan fyri hesar bygningarnar. Hetta arbeiðið verður gjørt í samráði við aðalráðini og avvarðandi stovnar.
Viðlíkahaldsarbeiði fevnir tó um annað, enn bert vanligt viðlíkahald. Landsverk veitir bæði byggilistarliga og -tøknuliga ráðgeving í samband við størri og smærri umbyggingar, dagføringar og tillagingar o.a. hjá landinum.
Landsverk veitir ráðgeving, sum er beinleiðis tengd at øðrum pørtum av bygging yvirhøvur. Eitt nú kanningar, støðumetingar, gerð av byggiskrá ella annað.
Landsverk ger ymiskar verkætlanir og luttekur í nevndararbeiði, sum á byggilistarligan ella byggifrøðiligan hátt livir upp til áhugamál landsins.
Landsverk hevur eftirlit og ger tilmæli um leigumál og keyp av ognum fyri landið.
Forminni og friðaðir bygningar
Løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 19. apríl 1972, er galdandi fyri allar friðlýstar bygningar og bygningspartar í Føroyum.
Vegna Føroya landsstýri hevur verkætlanardeildin á Landsverki í neyvum samarstarvi við Tjóðsavnið til uppgávu at viðlíkahalda og umvæla friðlýstar bygningar landsins.
Leigumál
Landsverk er góðkennnandi myndugleikin í sambandi við leigumál hjá aðalráðunum og avvarðandi stovnum. Uppgávan er at ráðgeva bæði bygningsfakliga og rakstrarliga í sambandi við leigumál, og at góðkenna allar leigusáttmálar. Landsverk stendur eisini fyri útboð av leigumálum.
Keyp av ognum
Landsverk ger í hvørjum einstøkum føri eina støðumeting. Mett verður um eina ogn í mun til tað virksemi, sum ognin skal hýsa. Somuleiðis verður mett um byggitøkniliga støðið á ognini.
Eisini verður mett um kostna fyri møguligar broytingar, tillagingar ella umvælingar.
Søla av bygningum
Landsverk selur landsognir, ið landið ikki longur hevur tørv á. Hetta verður gjørt í samstarv við stjórnarráð og stovnar.
Orkutøk og orkuskifti
Landsverk ger eitt miðvíst arbeiði fyri at betra um bygningarnar hjá landinum. Serliga við atlit í sambandi við orkunýtslu. Bygningar, sum hóska væl til orkuumvæling, verða útvaldir, og síðani verður arbeitt við at orkuumvæla hesar.
Endamálið við orkuumvælingini er bæði at minka um orkunýtsluna og at betra um komfort, funktion og hækka støðið á bygningum landsins. Miðað verður ímóti at arbeiða við bæði disponering, klimaskermi, hitakeldum, stýringum og atburði.
Landsverk arbeiðir við at fremja orkuskifti fyri landsins bygningar og miða verður eftir at málið verður rokkið innan 2030.