Asfaltsdagurin 2020

Undir yvirskriftini „Asfaltsesongin“ skipar Landsverk fyri einum asfaltdegi á Hotel Føroyum fríggjadagin 24. januar 2020. Á degnum verða heiðurslønir handaðar asfaltliðum fyri at hava framt eitt serliga dygdargott asfaltarbeiði í 2019.

SKRÁIN

 

Kl. 08.30: MORGUNMATUR

Kl. 09.00: INNGANGUR
– Sigurd L. Lamhauge, stjóri, Landsverk

Kl. 09.20: AVBJÓÐINGAR HJÁ KOMMUNUNI
– Marita S. Hentze, leiðari á Teknisku Deild, Runavíkar kommuna

Kl. 09.45: KOMPRIMERING OG GÓÐSKA
– Jørn Kim Larsen, underviser, Byggetek/Ulfborg-Kjærgaard​

Kl. 10.15: KAFFI

Kl. 10.45: ASFALTSESONGIN, ELLA MANGUL UPPÁ SAMA
– Páll Hansen, formaður, H.J. Asfalt

Kl. 11.25: TÁ ALT FER Í SVART
– Hilbert Elisson, byggileiðari, Konsax

Kl. 12.00: DØGURÐI

Kl. 13.00: INNGANGUR TIL BÓLKASAMRØÐU
– Eydna S. Mikkelsen, verkfrøðingur, Deildin fyri Infrakervi, Landsverk 

Kl. 13.15: BÓLKASAMRØÐA
– Edvard Mikkelsen, stjóri, EM Asfalt
– Egil Johansen, stjóri, HJ Asfalt
– Eyðun Magnussen, stjóri, Kreton
– Jákup Enni, verkætlanarleiðari, Articon
– Patur Sivertsen Vase, góðskuleiðari, Landsverk
– Orðstýrari: Eydna S. Mikkelsen

Kl. 14.00: KAFFI

Kl. 14.30: VERKÆTLANIR - SEINKINGAR - SESONG - LOYSNIR
– Mads Chr. Fejfer Jegsen, verkætlanarleiðari, Niras

Kl. 15.00: ÁRSINS ASFALARBEIÐI OG HERÐAKLAPP 2019
– Armgarð E. Steinhólm, deildarleiðari Infrakervi, Landsverk

Kl. 15.20: SAMANUMTØKA

Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum.

 

HESI HITTIR TÚ Á DEGNUM:


SIGURD L. LAMHAUGE

Nýggi stjórin hjá Landsverki er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari av bæði verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum. www.landsverk.fo



MARITA S. HENTZE

Marita er leiðari á Teknisku deild í Runavíkar kommunu. Hon hevur frammanundan starvast 7 ár á Teknisku deild í Tórshavnar kommunu. Marita er nevndarlimur í P/F Vágatunlinum. www.runavik.fo



JØRN KIM LARSEN

Jørn Kim Larsen undirvísir á Byggetek, sum er ein partur av Mercantec samtakinum í Danmark. Jørn Kim tók prógv sum “vejasfaltør” í 2000. Eftir tað var hann asfaltformaður í nøkur ár og byrjaði síðan at undirvísa. Hansara serkunnleiki er asfalt, og hann undirvísir m.a. á Vejasfaltør útbúgvingini. Jørn Kim hevur drúgvar royndir í asfaltvinnuni, og hann hevur royndir innan øll økir í samband við asfaltering. Hansara høvuðsuppgáva var strúkijarnið, men hann varð eisini nógv úti sum trumlari á øðrum asfaltliðum, eisini uttan fyri Danmark. www.mercantec.dk



PÁLL HANSEN

Páll Hansen er asfaltformaður hjá HJ Asfalt. Páll hevur verið asfaltformaður síðstu 10 árini. Hann tók prógv sum Vej asfaltør í Danmark í 2017. Hann hevur, síðan hann tók studentsprógv í 2007, arbeitt í asfaltvinnuni í Føroyum, fyrst á Framleiðsludeildini hjá Landsverki og síðan 2016 hjá HJ Asfalt. www.hj.fo



HILBERT ELISSON

Hilbert Elisson er byggileiðari hjá KONSAX. Hilbert hevur drúgvar arbeiðsroyndir sum byggileiðari og verkætlanarleiðari í føroysku byggivinnuni. Harumframt var hann tekniskur leiðari í 3 ár í Vestmanna kommunu og nøkur ár á Landsverki. Við sínum politisku royndum, bæði kommunalt og í landspolitikki, hevur hann gott innlit í, hvussu samfelagið verður ávirkað frá ovast til niðast, tá tað ræður um byggivinnuna. www.konsax.fo



EYDNA S. MIKKELSEN

Eydna S. Mikkelsen er útbúgvin maskinverkfrøðingur og hevur seinastu 10 árini verið í starvi á Landsverki. Tey fyrstu 7 árini var hon á Framleiðsludeildini sum leiðari fyri fresi- og asfaltliðunum, og í samanlagt 3 ár hevur hon nú starvast á Deildini fyri Infrakervi, har hon tekur sær av at bjóða fresi- og asfaltarbeiði út og av eftirlitinum, tá hesi verða útint. Asfalt er sostatt hennara fakøkið.



MADS CHR. FEJFER JEGSEN

Mads Chr. F. Jegsen er verkætlanarleiðari og ráðgevi hjá NIRAS. Partar av hansara virkisøki hjá NIRAS eru havnir, floghavnir, motorvegir, vegir. Seinastu 5 árini hevur hann verið knýttur at stóru Ringsted – Femern verkætlanini, saman við Banedanmark. Mads hevur hollan kunnleika og royndir úr asfaltvinnuni. Hann hevur starvast 10 ár hjá PANKAS A/S og 5 ár hjá Nynas DK. www.niras.dk



ARMGARÐ E. STEINHÓLM

Armgarð E. Steinhólm er leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki. Hon er útbúgvin sivilverkfrøðingur, og hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2005. Fyrstu árini var hon partur av planleggingartoyminum á Deildini fyri Infrakervi, síðani millumleiðari, og í 2015 gjørdist hon partur av leiðslubólkinum á Landsverki sum leiðari á Deildini fyri Infrakervi.

 

Dagur:
Fríggjadagin 24. januar 2020

Tíð:
8:30 - 15:30

Staður:
Hotel Føroyar

Prísur fyri hvønn luttakara:
950 kr, matur og drekka er íroknað

Freistin at tekna seg:
Mikudagin 22. januar 2020

FRAMSÝNARAR - í steðgunum er møguligt at hitta umboð fyri fyritøkur, sum sýna fram útgerð og veitingar til asfalt- og byggivinnuna:
- Colas / DOB
- Wirtgen
- Royndarstovan (Landsverk)

Hetta var á skránni á undanfarnu asfaltdøgum:
- 2019
2018

Úrslit: