41 kilometrar av landsveganetinum eru tunlar

Kervið

Samfelagið sum heild er fullkomiliga heft av, at til ber at ferðast millum bygdir og býir, og tí er eitt væl virkandi samferðslukervi av sera stórum týdningi. Hetta kervið hevur bæði týdning fyri einstaka borgaran og vinnulívið, umframt staðseting av arbeiðsplássum, búsetingarmynstri, heilsuøki, útbúgvingarmøguleikum, trivnaði og menning sum heild.

Slakir 500 kilometrar av landsvegi

Tað eru samanlagt 476 kilmetrar av landsvegi í Føroyum, har av umleið 30 kilometrar eru tunlar. Tá eru undirsjóvartunlarnir á í alt 11 kilometrar ikki íroknaðir.

Langtíðarplanlegging av samferðslukervinum kann tryggja, at íløgurnar í kervið verða raðfestar soleiðis, at mest møgulig nytta fæst fyri pengarnar, og at kervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv til ferðslu.

 

 

 

Úrslit: