Ferðslutrygd krevur neyva planlegging

Ferðsluplanlegging

Landsverk arbeiðir áhaldandi við at betra um ferðslutrygdina á landsvegakervinum. Hetta verður gjørt við at gera ferðslufrágreiðingar, seta í verk ferðslutrygdartiltøk, gera ferðslugrannskoðan og samferðsluætlanir.

Nýggir landsvegir

Áðrenn sett verður út í kortið fyri einum nýggjum landsvegi, og óansæð um hetta er eitt stig, sum Landsverk sjálvt tekur, ella tað kemur sum eitt politiskt ynski, so byggir ein slík ætlan altíð á eitt sera gjølligt forarbeiði.

Síðani fyrsta samferðsluætlanin kom í 2007 - seinni dagførd í 2012 - hevur hon verið grundarlag fyri nýggjum vegaføringum. Tá farið verður undir nýggja verkætlan er fyrsta stigið at savna inn hagtøl, fyri at kunna lýsa tørvin nágreiniliga. Tá fíggjarligu karmarnir eru komnir upp á pláss, kann prosjekteringin bjóðast út, og til síðst verður sjálv verkætlanin boðin út.

Ferðslutrygd

Aðalmálið við øllum ferðslutrygdararbeiðinum er nullvisjónin; at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni.

Landsverk varðar av landsvegakervinum, og hevur seinastu 30 árini arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi á landsvegunum. Arbeitt verður bæði við at minka um vandan fyri, at óhapp henda og við at minka avleiðingarnar av óhappum.

Sniðgevingar av vegum og vegumhvørvinum, skulu vera leiðandi. Tað merkir, at sjálvur vegabygnaðurin skal vísa teimum ferðandi, hvør atburður í ferðsluni er tann rætti.

Vegabygnaðurin skal eisini verða fyrigevandi. Kanningar vísa, at stórur partur av øllum óhappum skyldast menniskjaslig mistøk. Hesi óhapp eru ring at fáa heilt burtur, men avleiðingarnar av óhappunum kunnu minkast, um vegurin er bygdur soleiðis, at tey ferðandi ikki doyggja ella fáa álvarligt mein í einum ferðsluóhappi.

Landsverk var við at orða fyrstu ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar, ið fevnir um fleiri ítøkilig tiltøk, sum kunnu gera tað tryggari í ferðsluni. Fleiri av hesum tiltøkum eru sett í verk.  

Í 2007 kom fyrsta ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar út. Tíðarskeiðið var 2008-2015. Ætlanin fevndi um 35 ítøkilig ferðslutrygdartilmæli, ið øll hava til endamáls at betra um ferðslutrygdina. Ætlanin var, at ferðslutrygdarætlanin áhaldandi skal verða kannað og eftirmett fyri møguliga at seta nýggj mál ella mæla til onnur tiltøk og átøk fyri at koma nærri málinum í nullhugsjónini. Í ar hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd latið úr hondum eina dagførda Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar fyri tíðarskeiðið 2019-2027.

Ferðslutrygdarætlanin kann takast niður her

Ferðslutrygdartiltøk

Endamálið við ferðslutrygdartiltøkunum er at betra ferðslutrygdina á verandi vegakervi. Talan er oftast um tiltøk, ið eru neyðug, tí ferðslan er økt ella broytt, síðani ein vegur ella tunnil varð tikin í nýtslu. Í øðrum lagi har nýggj vitan hevur gjørt tað neyðugt at broyta verandi veg, tí hann ikki lýkur trygdarkrøvini í dag. 

Játtanin til ferðslutrygdartiltøk hevur seinastu árini ligið um 2 og 7,5 mió. um árið. Landsverk hevur annars mælt til, at minst 8 mió. kr. verða settar av til ferðslutrygdartiltøk um árið. Ferðslutrygdartiltøkini verða raðfest soleiðis, at mest møgulig trygd fæst fyri játtanina. Tað merkir, at tiltøk verða sett í verk, har tú fyribyrgir flest ferðsluóhappum. 

Skrásetingar og ferðslutrygdareftirlit
Eitt miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at heinta inn neyvar upplýsingar, útgreiningar og tøl, sum vísa, hvar og hví óhapp henda. Hugt verður eisini út um landoddarnar eftir kanningum og royndum aðrastaðni.

Sum aðrastaðni eru menniskjaslig mistøk orsøk til flest øll ferðsluóhapp. Hinvegin vísa kanningar eisini, at vegurin sjálvur og kringumstøðurnar eru beinleiðis orsøk til 6 prosent av øllum ferðsluóhappum. og saman við menniskjasligum feilum óbeinleiðis orsøk til 19 prosent. Tískil ber eisini til at fáa talið av ferðsluóhappum niður við at gera vegakervið tryggari. 

Sum dømi um ferðslutrygdartiltøk kunnu nevnast: Trygging av vegamótum, rumlifoyrur, ljós, trygdarútbúnaður í tunlum, breiðkan av vegi og víkipláss. 

Ítøkiligar verkætlanir
Les meira um tey ferðslutrygdartiltøk, sum eru í gongd her

Ferðsluhagtøl

Ein umráðandi partur av arbeiðinum at tilrættisleggja og tryggja ferðsluna eru ferðsluhagtøl. Landsverk hevur síðani mitt í áttati-árunum gjørt ferðsluteljingar á landsvegunum. Hesar vísa, hvussu ferðslan er broytt seinastu árini, og virka sum grundarlag, tá  ferðslutrygdartiltøk og -ætlanir skulu gerast.

Talan er fyrst og fremst um teljingar av akførum, umframt at slag av akfari, koyrirætningur og ferð eisini verður staðfest.

Landsverk hevur síðani miðskeiðis í áttati-árunum skrásett øll ferðsluóhapp út frá politifrágreiðingum. Fyri miðvíst at minka um ferðsluóhapp, er umráðandi at vita, hvat hendi, hví tað hendi, og ikki minst, hvat kann gerast fyri at fyribyrgja, at tað hendir aftur. 
 

Samferðsluplanlegging

Eitt vælvirkandi samferðslukervi hevur stóra ávirkan á, hvussu samfelagið virkar. Tað hevur ávirkan á, hvar fólk búseta seg og arbeiða, hvar vinna, skúlar og aðrar tænastuveitingar verða staðsettar. Ein yvirskipað samferðsluætlan er ein langtíðarætlan. Hon skal tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.  

Peningur í flutningskervið skal verða brúktur so optimalt sum til ber. Endamálið við infrakervinum er flytføri – tað at kunna ferðast úr staði í stað – og framkomuleikin, sum er ferðatíðin, smidleikin og dygdin á ferðini. Samstundis skal havast í huga, hvørja ávirkan betri flytføri og framkomuleiki hava á bæði ferðslutrygd og umhvørvi.

Samferðsluætlan 2008-2020
Vinnumálaráðið setti í 2006 gongd á arbeiðið at orða eina samferðsluætlan fyri Føroyar. Í arbeiðsbólkinum vóru umboð fyri Vinnumálaráðið, Strandferðsluna og Landsverk. Samferðsluætlanin varð latin Løgtinginum í 2007.

Samferðsluætlanin er eitt fakligt tilmæli til politisku skipanina um, hvat skal gerast og nær. Hon fevnir um alt flutningskervið: landsvegir, tunlar, brýr, havnir, ferjur, tyrlupallar, flogvøll og ferðsluknútapunkt.

Fyrst varð eitt Strategiskjal orðað, sum fevnir um visjónina fyri flutningskervið og eina lýsing av atlitum, ið eiga at verða tikin, tá íløgur verða gjørdar í flutningskervið. Somuleiðis verður raðfestingargrundarlagið lýst, t.e.hvørjar íløgur eiga at verða gjørdar nær. Strategiskjalið kann takast niður her

Síðani varð ein Heildarætlan orðað, sum við støði í Strategiskjalinum lýsir, hvørjar íløgur eiga at verða gjørdar, og ein raðfesting av hesum. Í Heildarætlanini eru eisini nærri greiningar av verandi støðu. Heildarætlanin kann takast niður her

Samferðsluætlan 2012-2024
Í 2012 kom nýggj og dagførd samferðsluætlan undir heitinum "Samferðsluætlan 2012-2024". Fyrri parturin "Strategi og Mál" (reyði parturin) fevnir um yvirskipaðu málini fyri framtíðar íløgur í samferðslukervið, umframt grundarlag undir raðfestingum av teimum málum, sum sett eru út í kortið. Endamálið við hesum er at geva eitt yvirlit yvir, hvørji atlit skulu takast, tá útbyggingar ella broytingar á samferðsluøkinum skulu fremjast, og hvussu hetta skulu raðfestast. Tað er neyðugt fyri at kunna meta um, hvørt ein íløga er til gagns fyri samfelagið ella ikki.

Annar partur er "Íløguætlan - íløgur komandi árini" (blái parturin), sum fevnir um tær íløgur, ið mælt verður til at gera fyri at náa teimum málum, ið sett eru í fyrra parti. Hetta eru mál fyri, hvørjar íløgur skulu gerast fyri at binda landið enn meira saman, so vit kenna tað sum eina eind. Júst sum heitið "Føroyar sum ein býur" signalerar.

Samferðsluætlanin 2012-2024 kann takast niður her

Arbeitt verður við trimum útvaldum tema'um:

- Viðlíkahald og forfall (eftirsleip)
- Viðkvæmt infrakervi, tilbúgvingarætlan fyri flutningskervið
- Alternativir fíggingarmøguleikar

Samferðsluætlan 2018-2030
Í tíðarskeiðnum millum summarið og heystið 2018 var farið undir nýggjastu dagføringina av samferðsluætlanini, ið fevnir um tíðarskeiðið 2018-2030. Fyrsti parturin "Størri íløgur komandi árini" fevnir, júst sum íløgupartarnar í fyrru samferðsluætlanunum, um yvirskipaðu málini fyri framtíðar íløgur í samferðslukervið, umframt grundarlag undir raðfestingum av teimum málum, sum sett eru út í kortið. Endamálið við hesum er at geva eitt yvirlit yvir, hvørji fyrilit skulu takast, tá útbyggingar ella broytingar á samferðsluøkinum skulu fremjast, og hvussu hetta skal raðfestast. Tað er neyðugt fyri at kunna meta um, hvørt ein íløga er til gagns fyri samfelagið ella ikki. Onnur evni lýsa týdningin av at endurnýggja ferjuflotan hjá Strandfaraskipum Landsins, at bøta um ferðslukervið, at fyrireika undirstøðukervið til øktu ferðavinnuna, um neyðug ferðslutrygdartiltøk og um fíggingina av samferðslukervinum.

Hesin parturin av samferðsluætlanini var framleiddur til aðalorðaskiftið í Løgtinginum 11. mars 2019. Onnur evnir, ið Landsverk og Strandfaraskip Landsins meta hava týdning í heildarmyndini, verða viðgjørd og fevna um millum annað umhvørvi, tøknilig frambrot og um framtíðina hjá undirstøðukervinum, útoyggjar og pendlan.

Samferðsluætlanin hevur egna síðu á heimsíðuni her: http://www.landsverk.fo/?id=2455

Mett verður, at neyðugt er at dagføra samferðsluætlanina umleið fjórða hvørt ár. Heildarætlanin, sum fevnir um ítøkiligu verkætlanirnar, verður dagførd á hvørjum ári.

Høvuðsevnini í fyrra parti av samferðsluætlanini eru:

  • Størri íløgur komandi árini
  • Strandfaraskip Landsins – ferjuflotin má endurnýggjast
  • Trygt ferðslukervi við skerdum viðlíkahaldi?
  • Ferðavinna og samferðsla
  • Ferðslutrygd
  • Fígging av samferðslukervinum

 

 

 

 

Framhaldi ella annar partur av samferðsluætlanini verður útgivin í juli 2019.

Høvuðsevnini í 2. parti av samferðsluætlanini eru:

  • Smærri íløgur komandi árini
  • Framhald av ‘Fígging av samferðslukervinum’
  • Umhvørvi – grøn orka og heilsa
  • Tøknilig frambrot
  • Útoyggjar
  • Pendlan – knýtir øki saman

Úrslit: