Dátuverndarkunning

Á Landsverki viðgera vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara myndugleikauppgávur og avtalur um tænastur og veitingar. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Í hesi dátuverndarkunning fært tú kunning um, hvussu Landsverk viðger persónsupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.

Ein «persónsupplýsing» er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Tað kann vera talan um faktuellar upplýsingar (sum navn, bústað, aldur, starv, útbúgving), ein samanseting av slíkum upplýsingum ella metingar knýttar at einum likamligum persóni. Persónsupplýsingar kunnu eisini vera knýttar at eini fyritøku, um talan er um einstaklingavirki ella partaeigarar í eini fyritøku.

Ábyrgd

At «viðgera» persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingarnar. Viðgerð av persónsupplýsingum kann vera at savna,  at skráseta, at samkoyra, at goyma,  at lata víðari, at avhenda o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um sameiningin er automatisk ella ei. Øll nýtsla av persónsupplýsingum kallast «viðgerð».

Tá ið Landsverk viðger persónsupplýsingar, er Landsverk «dátuábyrgdari». Hetta merkir, at Landsverk hevur ábyrgd og skyldur sambært dátuverndarlógini fyri teimum persónsupplýsingum, sum Landsverk hevur innsavnað.

Landsverk viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónsupplýsingar verða væl vardar á Landsverki.

Hví viðger Landsverk persónsupplýsingar?

Landsverk er ein almennur stovnur, sum eitt nú hevur um hendi byggitekniskar uppgávur í breiðastu merking fyri land og kommunur. Sum almennur myndugleiki hevur Landsverk uppgávur, sum hava við sær, at persónsupplýsingar verða viðgjørdar. Landsverk er eitt nú landsvegamyndugleiki, umsitur húsaskoðanarskipanina og hevur eftirlit við almennu partafeløgunum, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sum eiga og reka Undirsjóvartunlarnar undir ávikavist Vewstmannasundi og Leirvíksfirði.

Fyri at loysa omanfyrinevndu uppgávur er neyðugt hjá Landsverki at viðgera persónsupplýsingar. Umframt omanfyrinevndu uppgávur viðger Landsverk eisini ávísar persónsupplýsingar í sambandi við umsiting av stovninum, starvsfólkum, fakskipanum og heimasíðuni.

Persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, tá ið tað er neyðugt fyri, at Landsverk kann útinna sínar uppgávur sum fyrisitingarligur myndugleiki. Persónsupplýsingar um teg eru eitt nú partur av okkara málsviðgerð, tá ið tú søkir um at binda í-, arbeiða við- ella byggja fram við landsvegi. Harafturat verða upplýsingarnar viðgjørdar fyri at fáa málsviðgerðina skynsama og skjóta. Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri almennar myndugleikar og tískil skal Landsverk eisini fylgja hesum reglum. Landsverk skrásetur allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.

Hvørjum lógum og reglum er Landsverk fevnd av?

Landsverk viðger persónsupplýsingar sambært ásetingunum í eitt nú

  • løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.,
  • løgtingslóg um landsvegir
  • løgtingslóg um ferðslu
  • løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin)
  • Løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
  • Kunngerð um bygningskunngerð 2017
  • Kunngerð um ferðslumerkingar
  • Kunngerð um landsvegaskrá
  • Kunngerð um at verja havnir
  • Løgtingslóg um at verja havnir
  • Løgtingslógv um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
  • Lov om forpligtelse til jords afgivelse til offentllige veje, havne og landingssteder, samttil offentlige skoler på Færøerne.

 

Viðgerðarheimildin hjá Landsverki til viðgerð av persónsupplýsingum er í høvuðsheitum:

  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 5, fyri at útinna myndugleikauppgávur (vanligar upplýsingar)
  • Dátuverndarlógin § 8, stk. 1, nr. 2, fyri at halda eina avtalu

 

Hvussu fær Landsverk persónsupplýsingar?

Landsverk fær upplýsingar frá skrásetta sjálvum ella frá triðjaparti. Upplýsingar, sum  koma frá skrásetta sjálvum, kunnu vera upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur givið Landsverki. Landsverk kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit fáa frá øðrum einstaklingum, myndugleikum, stovnum og fyritøkum. Um vit savna upplýsingar um teg frá øðrum enn frá tær sjálvum, verður tú kunnaður um endamálið og heimildina hjá okkum hesum viðvíkjandi.

Hvørjar persónsupplýsingar viðger Landsverk?

Landsverk viðger vanligar persónsupplýsingar sum navn, bústað, telefonnummar, p-tal, teldupostbústað, myndir, IP-adressu og bankaupplýsningar í samband við gjald av rokningum o.s.fr.

Hvør hevur atgongd til persónsupplýsingar?

Starvsfólk á Landsverki hava atgongd til tær upplýsingar, ið tey hava tørv á, fyri at útinna sína myndugleikauppgávu vegna Landsverk. 

Hvussu verjir Landsverk persónsupplýsingar?

Starvsfólk á Landsverki hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Landsverk og eftir, at tey eru farin úr starvi. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast fyri Landsverk.

Hvørjum letur Landsverk persónsupplýsingar?

Landsverk letur upplýsingar víðari til aðrar almennar myndugleikar sum liður í okkara myndugleikaútinnan.

Landsverk letur einans persónsupplýsingar víðari, um móttakarin av upplýsingunum hevur veitt prógv fyri, at viðkomandi hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar eftir Dátuverndarlógini. 

Triðipartur, sum fær útflýggjað persónsupplýsingar um teg, hevur skyldu til at kunna teg um, at viðkomandi viðgerð persónsupplýsingar um teg.  

Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini á Landsverki, og í teimum einstøku førum at veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.

Hvussu leingi goymir Landsverk persónsupplýsingar?

Landsverk hevur sambært fyrisitingarrætti, skjalasavnslóggávu o.ø. skyldu til at verðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Tá ið Landsverk ikki longur hevur tørv á persónsupplýsingunum, verða upplýsingarnar avhendaðar til Tjóðskjalasavnið, sbrt. løgtingslóg um skjalasøvn.

Um upplýsingar verða savnaðar við samtykki sum heimild, verða upplýsingarnar goymdar sambært samtykkinum. Sum meginregla verða slíkar upplýsingar gjørdar navnleysar eftir tveimum árum.

 

Landsverk á sosialum miðlum

Landsverk er á Facebook. Facebook hevur sín egna privatlívspolitikk. Vit mæla til, at tú lesur privatlívspolitikkin hjá Facebook, áðrenn tú brúkar síðuna hjá Landsverki á Facebook.

Landsverk skal gera vart við, at tá ið tú brúkar síðuna hjá Landsverki á Facebook, savnar Facebook inn upplýsingar um teg við at brúka farspor. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.

Tú kanst lesa dátuverndarkunningina hjá Facebook her og politikkin hjá Facebook um brúk av farsporum her.

Tíni rættindi

Sambært Dátuverndarlógini, kap. 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Landsverk.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar Landsverk hevur um teg.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

Rætturin til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villeiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um  teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Landsverki rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar, kunnu vit einans viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætturin til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rætturin til at móttaka ella fáa upplýsingar fluttar

Tú hevur í ávísum føri rætt til at fáa persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú eisini rætt til at persónsupplýsingar um teg, verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.

Rætturin til at klaga

Um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið.

 

Tú finnur samskiftisupplýsingar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.

 

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at taka títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar.

 

Tað er altíð møguligt at seta teg í samband við dátuverndarfólki hjá Landsverki, við at senda teldupost til dpo@lv.fo. 

 

Um tú hevur spurningar um dátuvernd á Landsverki, ynskir kunning um hvussu Landsverk viðger persónsupplýsingar ella vilt fremja tíni rættindi sambært Dátuverndarlógini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við dátuverndarfólki.

 

Úrslit: