Seinast dagført 20-09-2019
Dagførd Samferðsluætlan
Í Samferðsluætlanini 2018-2030 kanst tú millum annað lesa um stevnumið og karmar fyri ferðsluplanlegging og um, hvussu arbeitt verður við at halda undirstøðukervið dagført samsvarandi nútíðini. Í innganginum kanst tú lesa meira um evnini, ið vera viðgjørd í Samferðsluætlanini, um hví ein slík samferðsluætlan er neyðug, um avbjóðingar í framtíðini, um at Føroyar kunnu koma til at kennast sum ein býur, raðfestingargrundarlag og annað.
Tilmælir, vegleiðingar, kostnaðarmetingar og annað í ætlanini er ikki lógarbundið, men vegleiðandi fyri politiska myndugleikan og upplýsandi til onnur áhugaði.
Niðanfyri á hesi síðu eru leinkir til tey ymisku evnini, ið eru viðgjørd í nýggjastu útgávuni av Samferðsluætlanini. Tað ber somuleiðis til at taka niður samlaðu Samferðsluætlanina sum pdf við at trýsta á leinkið niðast á hesi síðuni.
Í mun til tær fyrru samferðsluætlanirnar, ið hava verið í tveimum høvuðspørtum, er henda dagførda ætlanin samansett av fleiri eindum, ið ger tað lættari at finna júst tað evnið, ið hevur áhuga. Samferðsluætlanin hevur nú eisini fingið sítt egna pláss á heimasíðuni hjá Landsverki, har hon verður dagførd so hvørt. Landsverk ynskir við hesum at gera Samferðsluætlanina meira brúkaravinarliga og atkomuligari fyri øll, og vónandi til eitt meiri brúkt amboð í politiskum samanhangi.
Høgrumegin er ein tíðarlinja, ið vísir tíðarætlanina fyri viðgjørdar verkætlanir. Trýst á eina verkætlan fyri at lesa nærri.
Yvirlit yvir allar størri tilmældar verkætlanir sæst her