Tjóðpallur Føroya skal kunna menna yrkisleiklistina og harvið vera við til at styrkja um áhugaleiklistina, er neyðugt, at arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis, at livast kann upp til tey krøv, ið løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. ásetir.
Bygginevndin ímyndar sær, at bygt verður eitt Tjóðleikhús á umleið 5.000 fermetrar, umframt parkeringsumstøður, uttanumøki og tøkni til bygningin. Tjóðleikhúsið skal húsa øllum teimum hentleikum og krøvum til fleksibilitet og dygd, ið væntast kann av einum nútímans leikhúsið, bæði til leikframleiðslu, leikara- og áskoðaraumstøður og umsiting og annað, soleiðis sum tað stendur í byggiskránni.
Kunningarfundur um verkætlanina hevur verði fyri brúkarabólkar.
Landsverk og MAP arkitektar hava saman við Tórshavnar kommunu arbeitt við eini endaligar staðseting á Eystaru Bryggju.
Fyrireikandi arbeiði í samband við verkætlanina er í gongd, millum annað kann nevnast at borikanningar eru settar í verk á Eystaru Bryggju og verkstova hevur verið saman við viðkomandi pørtum fyri verkætlanina.
Fyri framman er arbeiði at søkja um uttanhýsis fígging til verkætlanina. Áðrenn hetta arbeiðið kann byrja skal ein heimildarlóg samtykkjast, hendan er farin í løgtingi. |
Vinnarin av arkitektakappingini bleiv avdúkaður í Müllers Pakkhúsi 9. septembur 2022. Vinnarin bleiv MAP arkitektar.
Fimm arkitektatoymi eru undangóðkent at gera uppskot um nýtt Tjóðleikahús á eystara bryggju í Havn.
Undangóðkendu arkitektatoymini eru:
- Kontrast
- Henning Larsen North Atlantic
- MAP arkitektar
- SNA
- Zeta Arkitektar/ Brim Arkitektar
Uppskotini um nýtt Tjóðleikahús, skulu vera inni 25. august.
Kapping um staðseting varð avhildin á várið 2021 og vinnandi staðseting var við Bursatanga á Eystara havnarøki.
Tórshavnar kommuna arbeiðir við einari heildarætlan fyri økið. Tá hetta arbeiðið er komið á mál, verður arkitektakapping um Tjóðleikahúsið útskrivað.
Arbeitt hevur verið til tillagingum í byggiskránni, og í mai 2018 varð farið kanningarferð til Danmarkar at hyggja eftir tjóðleikahúsum, sum svarar til støddina á hesi verkætlan. Á ferðini vóru umboð fyri Tjóðpall Føroya, Mentamálaráðið, Tórshavnar kommunu og Landsverk. Byggiskráin er síðani latin MMR, og bíðað verður eftir, at gongd aftur verður sett á verkætlanina.
Eingin játtan er fyri 2019, men sannlíkt er, at játtan verður á fíggjarlógini fyri 2020. Verkætlanin er í eini tilgongd, har arbeitt verður við at fáa yvirtið grundstykkið, ið byggjast skal á.
Síðsta hond verður løgd á byggiskránna á heysti 2018.
Bygningsánari: Almanna- og mentamálaráðið
Brúkari: Tjóðpallur Føroya
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: MAP arkitektar
Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn
Tíðarætlan: Ikki ásett enn
Kostnaðarætlan: Ikki ásett enn