Farið er undir 3. byggistig av Miðnámi á Kambsdali, sum er seinasti partur av fullføringini av heildarætlanini frá 2012 um út- og umbygging í sambandi við samanlegging av miðnámsskúlunum á Kambsdali. Talan er um ein landsstovn, sum er úrslit av samanlegging millum Studentaskúlan og Handilsskúlan á Kambsdali, sum fór fram 1. august 2015. Í 2. byggistigi varð dentur lagdur á sjálva samanleggingina, meðan 3. byggistig leggur dent á at skapa neyðugu karmarnar, sum verandi virksemi á Kambsdali krevur. Herundir at dagføra skúlan, so hann hølisliga er á hædd við aðrar miðnámsskúlar í landinum. 3. byggistig fevnir um ný- og útbygging av trimum virkisøkjum. Hesi eru 1) Náttúruvísindaøki 2) Matarhøli og felagsøki 3) Aula. Afturat hesum kemur ein fasa 2 í 3. byggistigi.
Játtaðar eru 71,0 mió. kr. til 3. byggistig, ið fevnir um um- og útbygging av Miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Tá skipanaruppskotið varð handað Landsverki á vári 2019 var greitt, at kostnaðurin ikki fór at halda. Mentamálaráðið valdi tá at steðga verktætlanini fyribils.
Skipanaruppskotið varð handað Landsverki 5. apríl. Orsakað av, at kostnaðurin var væl hægri enn tann, ið varð settur av til verkætlanina, er prosjekteringin fyribils steðgað.
Prosjekteringin er byrjað, og í løtuni verður arbeitt við skipanaruppskotinum.
Útboð um heildarráðgeving hevur verið, og Zeta vann útboðið. Í næstum verður farið undir sáttmálasamráðingar um heildarráðgevingina.
Freistin til Undangóðkenning av heildarráðgeving er farin, og viðgerðin av umsóknunum er í oktober. Rágevingin fer fram í fyrru hálvu 2019, og sjálv byggingin byrjar í 1. ársfjórðing 2020 og skal eftir ætlan vera liðug í 4. ársfjórðingi 2021.
Bygningsánari: Mentamálaráðið
Brúkari: Mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Ikki valdur enn
Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur enn
Tíðarætlan: Ráðgeving fer fram 1.-3. ársfjórðing 2019. Byggingin byrjar 1. ársfjórðing 2020, og verkætlanin verður væntandi liðug í 4. ársfjórðingi 2021
Kostnaðarætlan: Í alt 29,2 mió. krónur