Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.
Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina, er mettur at vera 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.
Ætlanin er at arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum í Ørðavík, har J&K Petersen fyrst byrjar at grava av fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan.
Eftir ætlan byrjar sjálvt tunnilsarbeiði seinni í ár, og øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024.
Jørðarbeiðið byrjaði, í sambandi við byggiplássið (t.e. goymsla, mansskapsvognar og smiðja) og til vegin fram til inntakið til komandi tunnilin - Ørðavíkarmegin.
Arbeiðstøkusáttmálin um Fámjinstunnilin, íroknað tilhoyrandi vegir, varð undirskrivaður millum Landsverk og P/F J&K Petersen.
Tilboðini sum komu inn, vóru soljóðandi:
- Artison: 157.644.313 kr.
- J&K Petersen: 155.494.693 kr.
- MT Højgaard: 218.723.556,95 kr.
Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini. Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið.
Gongur arbeiði sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024.
Arbeiðsánari:
Byggiharri: Landsverk
Byggiharraráðgevi:
Tekniskur ráðgevi:
Fakeftirlit tunnil:
Fakeftirlit vegir:
Arbeiðstakari:
Tíðarætlan:
Samlaður fíggjarkarmur: