Almannaverkið manglar búpláss, og Almannamálaráðið hevur gjørt avtalu við Heilsu- og Innlendismálaráðið um at yvirtaka bygningin Eirargarð 14. Áður hevur Almannaverkið einans verið í bygninginum, Eirargarður 16. Báðir bygningarnir skulu høvuðsumvælast. Fyrst Eirargarður 14, og síðani Eirargarður 16. Eftir umvælingina skal verða pláss fyri í mesta lagi 32 borgarum, umframt eldradagtilhaldi og ungdómstilboði. Brúkararnir eru fólk við menningartarni, rørslutarni og fjølbreki.
Umvælingin av Eirargarði 16A og B, byrjar 28. mars 2022.
Umvælingin á Eirargarð 14B byrjar væntadi januar 2023.
Eirargarður 14A avhandaður Almannamálaráðnum.
Játtanin í 2019 var 3,8 mió. kr. til dagføring av Eirargarði 14a. Verkætlanin fevnir um eina búeind til 5 fólk og eitt dagtilhald. Dagføringin fevnir um útskifting av gólvi og lutvíst lofti, máling, dagføring av baðirúmum, nýggjan køk, liftskipan og øðrum. Byggingin byrjaði í oktober 2019 og gongur fram til januar 2020.
Fígging er fingin til vega at umbyggja og dagføra tríggjar hæddir á Eirargarði 14-16. Talan eru dagføring av 16a og b, og umbygging og dagføring av 14a. Á hesi hædd verður pláss fýra borgarum, eins og rúm verður fyri einum dagtilboði har.
Ventilatiónseindirnar eru monteraðar og innkoyrdar. Umbygging og tillagingar av bygningi 14-16 verða í løtuni lagdar tilrættis.
Ætlanir fyriliggja at seta upp ventilatiónseindir.
Lógaruppskotið varð samtykt við triðju viðgerð í mai. Prosjekteringin er í gongd. Arbeiðið verður boðið út í sum eitt sonevnt tíðliga-útboð.
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Almannaverkið
Byggiharri: Landsverk