Skeiðið var væl eydnað, og høvdu heili 18 luttakarar melda seg til. Skeiðið var skipað í tveimum umførum, har ein heima uppgáva skuldi gerast millum skeiðið.
Á skeiðnum hevur verið undirvíst í og sett orð á, hvørja uppgávu og ábyrgd ymsu partarnir í eini verkætlan hava. Tað veri seg samskipari vegna byggiharra, byggiharrin, tann projekterandi og arbeiðstakarin.
Tað var Lasse Bo Hartmann, frá NIRAS, sum hevur undirvíst í skeiðnum, ið endaði 29. november, har 18 luttakarar fingu prógv sum samskiparar innan arbeiðsumhvørvi.
Vit ynskja luttakarunum hjartaliga til lukku við próvnum.