Tann 29. oktober hátíðarhildu vit, at vit hava havt 400 skaðafríar dagar í arbeiðinum við nýggja H - bygningin á Landssjúkrahúsinum. At vit kunnu hava 400 skaðafríar dagar, kunnu vit takka okkara dugnaligu arbeiðstakarum og øllum teimum, sum eru við til at gera teirra arbeiðsdag tryggan og skaðafrían.
Landsverk er byggiharri, og í 2015 byrjaði sp/f Grettir at grava út, og sjálv byggingin byrjaði í januar í 2017. MT Højgaard, Húsavarðartænastan, Demich og EL.FO eru høvuðsarbeiðstakarar.
Landsverk fegnast um góðu gongdina og vóna vit, at vit kunnu halda áfram við enn fleiri skaðafríum døgum.
Myndirnar hevur Kristian Niclasen hjá SNA tikið.