Serliga var tað í norður og eystara partinum av landinum, at vindmegin var harðast, og hetta sæst eisini aftur á yvirlitinum yvir skaðar, sum eru staðfestir á landsvegakervinum.
Í Norðurøkinum hjá Landsverki, ið fevnir um Norðoyggjar og Eysturoy, eru eini 50 av teimum umleið 70 skaðunum, staðfestir. Nógv teir flestu skaðarnir eru á skelti, men í nøkrum førum er talan um brotnaði busskýlir, eins og onkrar bilverjur og garðar máttu lúta undir nógva vindinum.
Hinir skaðarnir eru í høvuðsheitum hendir á landsvegakervinum í Streymoynni í Vágum, meðan vegakervið í Sandoy og Suðuroyr so at siga er sloppið snikkaleyst.
- Fólk frá stovninum arbeiða við at fáa brekini í rættlag, men tað fer at ganga nakað av tíð, áðrenn allir skaðarnir eru rættaðir, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari í Norðurøkinum hjá Landsverki, sum er tað økið, ið er harðast rakt.
Her eru nakrar myndir av teimum skaðum, sum komu undir ódnini sunnudagin.