08-02-2024
Arbeiði hjá Landsverki brúkt til at branda Føroyar
Í samráð við Visit Faroe Islands er ein grein gjørd um grundarlagið hjá Landsverki, nevnliga hvussu Landsverk yvir 75 ár hevur bygt land við at knýta økir saman við vegum, brúm og tunlum.

Tíbetur eru tað ikki bert vit á Landsverki, sum halda at vegir, brýr og tunlar eru spennandi evnir at viðgera og arbeiða við.

Í samráð við Visit Faroe Islands er ein grein gjørd um grundarlagið hjá Landsverki, nevnliga hvussu Landsverk yvir 75 ár hevur bygt land, við at knýta økir saman við vegum, brúm og tunlum.

Greinin snýr seg millum annað um, hvussu Landsverk í ”Forkanningin av einari nýggjari Suðuroyarleið”, hevur greinað infrakervið við støði í heimsmálinum hjá ST og burðardyggari menning. Við hesum háttalagið, verður verkætlanin heildarlýst við samfelagsligum, búskaparligum og umhvørvisligum atlitum. Við hesum verður viðgjørt, hví vit í Føroyum hava valt at knýta landið saman, og hvørja ávirkan hetta hevur havt á m.a. fólkatalið og búsetingarmynstrið. Hetta arbeiðið hevur eisini verið grundarlagið fyri, at visiónin ”Føroyar – ein býur” er kosin at vera millum 50 tær mest merkisverdu í heiminum. Hátíðarhaldið fyri hesari tilnevningini verður í apríl á World Tunnel Congress í Schenzhen, Kina.

Les greinina her: https://www.tmf-dialogue.net/removing-the-island-barrier-brandur-sjurdarson-on-the-reason-why-we-build-subsea-tunnels.html

Úrslit: