10-06-2014
Arbeiðsskaði í Hundsarabotni
ÓHAPP: Umleið klokkan 14 í dag hendi ein arbeiðsskaði í grótbrotinum í Hundsarabotni, tá ein maður fekk grót á seg. Maðurin, ið er síðst í tjúgunum, er uttan fyri lívsvanda, men hevur fingið skaða í beinini.

Maðurin, sum í løtuni er til kanningar og viðgerðar á Landssjúkrahúsinum, var í ferð við at merkja upp, hvar borast skal fyri næsta skoti, tá grót brádliga reið úr beninum og rullaði á hann.

Bæði politi og arbeiðseftirlit hava verið á staðnum og kannað umstøðurnar kring óhappið. Landsverk kannar somuleiðis umstøðurnar á staðnum.. 


Seinast skotið varð í Hundsarabotni, var 7. apríl í ár.

Úrslit: