Nú hevur almenningurin møguleika at síggja innkomnu uppskotini til nýtt Tjóðleikahús. Uppskotini verða víst fram í Mullers Pakkhúsið, Sigmundargøta 21, Tórshavn.
Opið verður soleiðis: Fríggjadagin 9. septembur, frá kl. 15 - 17:00 og leygardagin 10. septembur millum kl. 13 - 17. Eisini verður opið mánadagin til mikudagin 12. - 14. septembur millum 13 - 17:00.
Øll eru vælkomin.