Landsverk, saman við Fróðskaparsetur Føroya, bjóðar inn til kunningarfund um tey arbeiði, sum eru byrjað og sum fara at byrja, í sambandi við verkætlanina Kampus.
Bæði grannar og onnur áhugaði eru vælkomin í Auluna hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum 20 (fyrrv. Læraraskúlahøllin).
Her verður m.a. tann komandi parkeringin á grasfløtuni umrødd; verkætlanin byrjar í august 2023, og hvat grannarnir kunnu vanta av ávirkan í byggitíðini næstu árini.
Tit síggja eina nærri lýsing av skránni her á síðuni.
Vinaliga heilsan
Fróðskaparsetur Føroya og Landsverk