Flestu húsarhald í Føroyum munnu hava upplivað, at tað hevur verið kalt onkran morgun, tá húskið skal á føtur. Soleiðis var á Glasi í morgun, tá næmingar, lærarar og onnur starvsfólk møttu á skúlanum í morgun.
Orsøkin til hetta var eitt brek í hitaskipanina. Tá hetta gjørdist greitt, var brekið rættað beinanvegin, og hitin fer ígjøgnum dagin spakuliga upp aftur á tað støðið, har hann eigur at liggja. Landsverk hevur verið í sambandi við veitaran, sum fer at gera alt fyri, at eitt slíkt brek ikki endurtekur seg.
Tað var sjálvandi óheppið, at brekið í hitaskipanini á Glasi fall saman við ársins fyrsta kavadegi, men hetta hevur einki samband hvørt við annað. Heldur ikki hevur hetta nakað at gera við tær avbjóðingar á skúlanum, sum hava verið umrøddar í fjølmiðlunum seinastu vikurnar.
Til støðuna á skúlanum er annars at siga, at alt arbeiði á Glasi liggur stilt í løtuni og fer at gera tað, til Løgtingið hevur samtykt eykajáttan, so verkætlanin kann halda fram og gerast liðug.