Broytingin av hesum vegateini krevur sostatt eina nærri frágreiðing. Endamálið við at smalka vegin er at fáa bilførarar at seta ferðina niður, tí tað er ein sannroynd, at smalri vegir elva til lægri ferð. Serliga er hetta týdningarmikið, tá talan er um bygd økir, har ov høg ferð er serliga vandamikil.
Vegurin um nevnda bugin í Sørvági var heilt upp í 15 metrar breiður, og tað er eyðsæð, at hetta leggur upp til hægri ferð. Tá so ein gongubreyt skal gerast í ovara borð, er upplagt at leggja hana soleiðis, at vegurin verður smalkaður samstundis.
Í smalkingini er sjálvandi tikið hædd fyri, at stór akfør ótarnaðI kunnu koyra ígjøgnum. Eftir broytingina hava vegbreytirnar nú eina natúrliga breidd, ið er tríggjar metrar hvør.
Gongubreytin, sum verður gjørd í ovara borð, verður tveir metrar breið, og innanfyri hana verður økið prýtt við eini grasfløtu inn móti laðaða garðinum.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta málið, kann viðkomandi venda sær kunningartænastu á Landsverki, tlf. 290804/805.