24-04-2014
Broytt siglingarleið á Sørvágsfirði

SIGLING: Í sambandi við broyting av aliøkjunum á Sørvágfirði, skal siglingin á fjørðinum broytast, og tveir nýggir vitar verða settir upp.

Aliøkini á Sørvágsfirði skulu eftir ætlan flytast til suðursíðuna á fjørðinum og longri út á fjørðin. Fyri at hetta kann lata seg gera, má siglingarleiðin á fjørðinum broytast nakað. Landsverk hevur staðið fyri at finna eina loysn, sum bæði útvegar hóskandi pláss til aling og til trygga sigling á fjørðinum. Í hesum sambandi hevur stovnurin ráðført seg við millum onnur Søfartstyrelsen.

Ætlanin fevnir um, at verandi leiðiviti innast á Sørvágsfirði verður tikin niður, og tveir vinkulvitar verða settir upp.

Broytingin verður sett í verk í summar. Aliøkini verða løgd soleiðis, at smábátar framvegis skulu kunna sigla á suðursíðuni á fjørðinum millum land og alistøðina.

 

Ætlanin er send til hoyringar hjá viðkomandi myndugleikum og kommununi.

Nýggja siglingarlinja sæst á hesi leinkju:
Komandi siglilinja Sørvagur.pdf(1,15 MB)
 

Um nakar ynskir at vita meira, kann viðkomandi venda sær til samskiftistænastuna á Landsverki, tlf. 290805.

Úrslit: