Burðadygga samferðslu á skrá til ráðstevnuna
Mobilitet 2024 er størsta granskingarráðstevnan í norðurlondum innan almenna samferðslu, menning av samferðslukervi og vælvirkandi flytføri hjá borgarum og vinnulívi. Ráðstevnan var hin fimta í røðini og hevur til endamáls at savna granskarar, hægri lærustovnar, almennar stovnar, kommunur, vinnulív og politikarar at leggja fram vitan og kjakast um framburð innan evni sum:
Ráðstevnan var skipað við røð av fyrilestrum og kjaki, har luttakararnir høvdu møguleikar at hoyra og hitta fólk, ið dagliga granska, menna og seta í verk framtíðar loysnir.
Samferðsluætlanin góðkennast í norska Stórtinginum
Noreg er millum fremstu lond í heiminum innan gransking at finna felagsnevnarar og loysnir innan burðardygga samferðslu. Hetta ger landið millum annað fyri at røkka ST-heimsmálunum innan umhvørvisvernd og at avmarka skaðiligt útlát.
Fjórða hvørt ár verður almenna samferðsluætlanin fyri komandi 10 árini dagførd og góðkend av norska Stórtinginum. Samferðsluætlanin áleggur øllum pørtum í samfelagnum, sum varða av almennari ferðslu, samferðslukervi og umhvørvi, at fylgja meginreglunum og tiltøkunum, ið ætlanin fyriskrivar.
Í Føroyum skulu vit betra samstarvið um samferðslu og samferðslukervi
Í Føroyum eru greiðar ábendingar um, at vit kunnu betra munandi um samstarvið millum myndugleikar og stovnar til frama fyri enn betri samferðslu og samferðslukervi. Bæði fyri at betra tænastuna til borgararnar og samstundis verja umhvørvið og taka hóttandi veðurlagskreppnuna í álvara.
Á ráðstevnuni luttóku fyri Landsverk Brandur Sjúrðarson, greinari, og Marin Katrina Frýdal, fulltrúi. Fyri Standferðsluna luttóku Jonhild Andreasen, sølusamskipari, Marin Hentze Gaardlykke, ferðslusamskipari og Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari. Vitjað varð eisini á Statens Vegvesen í Oslo, har framløgur vóru um ymisk felags áhugamál, ið góvu íblástur til tættari samstarv landanna millum.