Vegurin til Dals er smalur og liggur ein langan tein á eini hill, har tað er steyrrætt í havið í niðara borði og eisini høgt upp fyri í ovara borði. Trupulleikar eru av, at tað rýður undan vegnum, og at grót rýður oman á vegin.
Í januar 2017 búðu 35 fólk í Dali. Avgjørt er politiskt, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera ein tunnil úr Húsavík til Dals, og hetta arbeiðið fór í gongd í 2019.
Samlaða longin av tunlinum er 2200 m. og hartil atkomuvegir. Ein partur av avlopsgrótinum verður brúkt til umlegging av Skálavíksvegnum og breiðkan av Húsavíkarvegnum.
Tíðarætlan er tengd av fíggingini.
Seinasta skotið var latið av í dag, t. 9. november, til nýggja Dalstunnilin. Røður, hornorkestur og kaffi var hendan dagin.
Arbeiðið liggur stilt, tí ógreitt var, hvussu nógv bleiv sett av á fíggjarlógini. Politisk semja er um, at arbeiðið skal byrjar aftur eftir paskir í ár.
Higartil eru borðaðir 700 m. inn í tunnilin, ið svarar til ein triðing. Arbeiðið hevur gingið væl.
4. november 2020 lat Vilhelmina Larsen ú Dali, fyrsta skotið latið av til Dalstunnilin.
Arbeiðið við tunlinum bæði byrjaði og steðgaði aftur í 2019. Ætlanin er at byrja aftur í mars 2020.
Tann 16. mai var hakin settur í fyri nýggju farleiðini til Dals. Tað var landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, ið loysti fyrsta flagið av fyri nýggja vegnum til tunnilsmunnan húsavíkarmegin. Almenna tiltakið savnaði um hálvtannaðhundrað fólk á Húsavíkarvegnum, har nýggi vegurin til tunnilsmunnan eftir ætlan skal byrja. Arbeiðið fer at byrja beinanvegin. Fyrst verður økið hegnað av, og maskinurnar verða fluttar suður. Arbeiðsvegurin til tunnilsmunnan verður gjørdur fyrst, áðrenn byrjað verður at bora sjálvan tunnilin.
Í 2018 eru settar 1,0 mió. krónur av á Løgtingsins fíggjarlóg til farleiðina til Dals. Ístaðin fyri at nýta peningin til ábøtur á verandi farleið, sum ikki kunnu væntast at gera nakran avgjørdan mun har, verður hesin peningur nýttur til at fyrireika eina nýggja farleið við tunli úr Húsavík til Dals. Talan verður um ein tunnil, sum verður umleið 2.000 metrar langur.
Í oktober varð ein stórur steinur í brattlendinum oman fyri vegin ígjøgnum Dalslíð sprongdur burtur. Orsøkin var vandin fyri, at steinurin kundi loysna og ríða oman á vegin. Til tess at tryggja og verja sjálvan vegin, áðrenn sprongt varð, løgdu fólk frá Landsverki stálplátur út á umleið 25 metrar framvið spreingistaðnum.
Tíðindaskriv um spreingingina kann lesast á hesi leinkju:
http://www.landsverk.fo/fo-fo/spreingja-storan-stein-i-dalsli%C3%B0-burtur
Ætlanin var at bøta um tann partin av teininum fyrst, har tað ryður undan vegnum, men nærri kanningar vístu at meira átrokandi er at tryggja fyri gróti oman fyri vegin. Innan stutta tíð verður neyðugt at játta 6,0 mió. krónur yvir eitt ella tvey ár fyri at bøta um vegateinin, har tað ryður undan vegnum.
Bygningsánari: Fíggjarmálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Landsverk
Arbeiðstakarar: Landsverk
Tíðarætlan: Tengd at fíggingini
Kostnaðarætlan: 9 mió. árliga