25-02-2015
Nýggjur og stórur sjúkrahúsbygningur á veg
HÁTÍÐARHALD: Mánadagin varð skjøtil settur á stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, setti hakan í fyri nýggja H-bygninginum. Bygningurin fer at kosta 348 mió. krónur, og tilsamans eru játtaðar slakar 490 mió. krónur til alla um- og útbyggingina í árunum 2009-2019.

So upprann dagurin, at startskotið fyri nýggja og stóra H-bygningum varð latið av. Hetta hendi mánadagin nakað eftir klokkan 15, tá landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, setti skjøtil á við einum haka, ið varð gjørdur til endamálið.

 

Áðrenn tað kom so langt, hoyrdi tey hjástøddu hornorkestrið hjá Frelsunarherinum spæla nøkur løg, Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, bjóðaði vælkomin, Karsten Hansen fekk síðani orðið, og síðstur á røðaralistanum var Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. Allir frøddust teir um, at tað nú er komið so mikið langt, at arbeiðið skjótt kann setast í gongd. Tó er tað soleiðis, at tað ikki verður fyrr enn á vári næsta ár, at stóru arbeiðstøkurnar kunnu bjóðast út, og sjálv byggingin væntandi kann byrja á sumri 2016.

 

Eftir at hakin varð settur í, var farið inn í forhøllina, har okkurt var at leska seg við. Síðani greiddu ávikavist Jan á Argjaboða, verklætlanarleiðari á Landsverki, Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, Naina Túgvustein, varastjóri og Árni Winther, arkitektur, frá nýbyggingini og hvussu nýggja sjúkrahúsið fer at virka, tá tað er liðugt um fýra ár. 

 

Ætlanin er at hátíðarhalda um- og útbyggingina á 95 ára føðingardegnum hjá Landssjúkrahúsinum tann 23. februar 2019.

 

Tá framløgurnar vóru lidnar, fingu tey hjástøddu møguleika fyri at síggja eina framsýning, ið er sett upp í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, og sum verður ein varandi framsýning, ið fer at fylgja byggingini. 

Úrslit: