ÚTBJÓÐING: Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi avgrevstri fyri nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir um at grava av og burturbeina umleið 10.000 m3 av leysum tilfari.
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5, FO-110 Tórshavn, hósdagin 12. februar 2015, kl. 15.00.
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað talgilt á Keypsportalinum, og verður tað sent út týsdagin 20. januar 2015. Bjóðandi kunnu fáa tað umvegis Keypsportalin her
Ástaðarfundur verður hósdagin 29. januar 2015. kl. 10.00. Møtt verður við Leiðbeiningina á Landssjúkrahúsinum.
Byrjað verður mánadagin 23. februar 2015. kl. 15.00
Arbeiðið skal verða liðugt hósdagin 27. juli 2015. kl. 12.00
Spurningar í sambandi við prosjektið kunnu sendast skrivliga til sose@lv.fo fram til mánadagin 2. februar 2015 kl. 17.00. Innkomnir spurningar verða svaraðir í seinasta lagi fríggjadagin 6. februar 2015.