Sum framhald av heildarætlan frá 2018, verður nú fari undir at byggja høvuðsbygningin til Kampus. Hesin verður snúðningsdepilin í Kampus økinum og skal binda tey lesandi, starvsfólk og onnur viðkomandi saman. Um somu leið verður gamli skúlin á Frælsinum umvældur sum lestrarumhvørvi hjá Setrinum.
Prosjektering av nýggjum felagsbygningi til Kampus hevur verið í gongd síðan juli 2024. Lesandi, starvsfólk á Setrinum og grannar hava verið partur av brúkararundunum. Hetta fyri at tryggja, at toymið, sum teknar bygningin, skilur ynskir og krøv frá brúkarunum av felagsbygninginum.
Arbeiði at høvuðsumvæla Lon 5 á Frælsinum 20 (Gamli Venjingarskúlin) er komið gott í gongd eftir at verklagslóg bleiv samtykt 16 juni 2024. Eftir ætlan stendur hetta klárt at taka í nýtslu á sumri 2025. Samstundis kemur Setrið og Landsverk, saman við einari ráðgevandi arkitektafyritøku, at menna ein heildarætlan fyri allan bygningin. Hendan verður klár um ársskiftið.
Arbeiði við útsíðurnar gongur væl. Bíða verður eftir verklagslóg fyri restina av inniarbeiðinum, áðrenn hetta arbeiði byrjar.
2. viðgerð hevur verði og bíða verður eftir 3. viðgerð.
Verklagslóg til at projektera Kampus felagsbygningin
Parkeringin á fløtuni á Frælsinum er tikin í nýtslu í viku 5 og parkeringin frammanfyri skúlan verður brúkt sum byggipláss, inntil Lon 5 er liðugt umvæld.
Útboði uppá írestandi arbeiði við at umvæla Lon 5 var samstundis liðug í viku 5 og hetta bíðar uppá verklagslóg, áðrenn fari verður undir tað arbeiði. Arbeiði við at umvæla útsíðurnar byrjar í februar.
Verklagslóg til at projektera Kampus felagsbygningin, skal í løgtingsviðgerð í februar/mars, áðrenn hetta verður byrja og sáttmáli undirskrivaður við Henning Larsen North Atlantic, sum vann arkitektakappingina í juni 2023.
Høvuðsumvælingin av Lon 5 hjá Setrinum á Frælsinum 20 er byrja, har arbeiðið við at høvuðsumvæla taki er liðugt. Í næstum verður arbeiðið við útsíðunum og inniarbeiði bjóða út.
Arkitektakappingin til nýggja felagsbygningin var liðug í juni 2023, har Henning Larsen North Atlantic vann. Næsta stig er at projektera bygningin og hetta arbeiði fer í gongd fyrru helvt av 2024.
Bygginevnd arbeiðir fyri løtuni við at gera klárt til at skriva út arkitektakapping um høvuðsbygning. Arkitektakappingin verður útskrivad í 2023. í samband við umvælingin av gamla skúlanum vera nú gjørdar forkanningar, soleiðis at arbeiðið kann verða boðið út.
Bygningsánari: Uttanríkis- og Mentamálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Eingin valdur enn
Arbeiðstakarar: Eingin valdur enn
Tíðarætlan: Ikki staðfest enn
Kostnaðarætlan: Ikki endaligt enn