Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur í dag einki høli har næmingar og lærara kunnu savnast. Ætlan við eini nýggjari samkomuhøll er at skúlin fær eitt hølið sum gevur skúlanum møguleika fyir at hava tiltøk, fundar, prógvahandanir o.a. har næmingar, starvsfólk og onnur kunnu savnast. Eisini er hugsa um at nýggja samkomuhøllin kann virka miðsavnandi fyri uttanum økið har m.a. nýggja rennibreytin er staðsett.
Arkitektakapping var um verkætlanina í 2022. Vinnari av kappingini vóru BRIM arkitektar. Játtanin á 2 mil. Í 2022 røkkur til partvísa prosjektering í 2022, men væntandi fæst játtan við liðugt prosjektering í 2023 so útboðstilfar kann gerast til verkætlanina.
Arbeiðsánari: Mentamálaráðið.
Byggiharri: Landsverk.
Ráðgevi: BRIM
Undirráðgevi: Ikki faslagt enn
Undirráðgevarar: Ikki faslagt enn
Arbeiðstakarar: Ikki boðið út enn
Játtan: 2 mió. Kr. í 2022