Lýsing

Fleiri av verandi bústøðum í Tórshavn til fólk við menningartarni eru í gomlum og slitnum sethúsum, ið ikki eru hildin við líka, og sum aloftast ikki eru hóskandi til endamálið. Eirargarður er einasti vardi bústaður, sum í síni tíð varð bygdur til endamálið. Verandi bústaðir og bústovnar eru í ringum standi, bíðilistin til búpláss er langur, og eingi tøk pláss eru í skipanini til bráðfeingis búpláss.

Nýggja heimið er staðsett á Mýruni í Hoyvík. Heimið fevnir um tvey sambýli, har hvørt sambýlið er ætlað 18 fólkum. Hvørt sambýlið fer at fevna um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørjari eind. Av hesum eru tvær eindir sjálvstøðugar íbúðir á 40 fermetrar. Tilknýtt hvørjari av hesum eindunum, skal vera køkur/stova. Triðja eindin skal fevna um vanligar tvey-rúms íbúðir á 50 fermetrar við egnari inngongd, ið liggja fyri seg sjálvan. Umframt búeindirnar fevnir hvørt sambýlið um felags fasilitetir, so sum starvsfólkarúm, starvsfólkaumklæðing við baðirúmi og sansa/venjingarrúm til búfólk, reingerðarrúm og vaskirúm.

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Tekningar / Konsept

mynd
mynd
mynd

Fakta

Bygningsánari: Almannamálaráðið

Brúkari: Almannaverkið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: MAP Arkitektar

Høvuðsarbeiðstakarar: Sp/f ÁTS, Sp/f Install og Sp/f Reno-Vent 

Tíðarætlan: Væntandi liðugt januar 2023

Kostnaðarætlan: 46,0 mió. krónur

factimg
Úrslit: