04-02-2015
Glasveggir verða settir upp í skúladepli
BYGGING: Arbeiðið við Skúladeplinum við Marknagil er nú komið so mikið áleiðis, at farið er undir at seta upp útveggir, sum í stóran mun eru úr glasi. Byrjað er við ítróttarhøllini, sum liggur niðast oman móti býnum.

Skúladepilin við Marknagil verður í seks hæddum, og í løtuni verður arbeitt við fáa triðju hædd setta upp. Somuleiðis er arbeiðsfólkið farið undir at seta upp glasútveggirnar á ítróttarhøllini, sum er í tveimum hæddum. Síðani kemur túrurin til verkstaðið, har tekniskar útbúgvingar koma at halda til. 

 

Í løtuni verður eisini arbeitt við at seta upp teir røttu veggirnar, ið orsakað av roknifeili hjá ráðgevanum, av fyrstan tíð vóru ov tunnir. 

 

Roknifeilurin hjá ráðgevanum hevur fyribils kostað tveir mánaðir í mistari tíð, men arbeitt verður av øllum alvi við at vinna hesa tíðina innaftur við at seta størri arbeiðsorku inn.  

 

Umframt konstruktiónsarbeiðið, sum hevur verið í gongd higartil, er nu eisini skjøtil settur á el- og HVS-arbeiðstøkurnar. 

 

Hóast illa hevur viðrað seinastuni tíðina, hevur verið arbeitt hvønn dag. Í løtuni eru umleið 50 arbeiðsfólk á plássinum, men tá bygningurin er innilokaður, verður talið helst fleirfaldað.

 

Væntandi verður komið upp í fulla hædd seint í summar.

 

Málið er framvegis at flyta inn í nýggja miðnámsskúlan í høvuðsstaðnum við skúlaársbyrjan í 2016. 

Úrslit: