14-07-2015
Hol ígjøgnum til Viðareiðis
HÁTÍÐARHALD: Í morgin mikudagin verður seinasta skotið latið av fyri Viðareiðistunlinum. Skipað verður fyri almennum hátíðarhaldi klokkan 14 við tunnilsmunnan inni í Dølum á Viðareiði. Har fara stjórin á Landsverki og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at umrøða verkætlanina, sum higartil hevur hepnast avbera væl og er munandi framman fyri upprunaligu tíðarætlanina.

Tað verður Elinborg Thomasen, sum er kona fyrrverandi festaran og mamma núverandi festara til lendið inni í Dølum, har tunnilsmunnin verður, ið fer at lata seinasta skotið av fyri Viðareiðistunlinum.

 

Arbeiðið við nýggju viðareiðisfarleiðini hevur gingið bæði skjótt og væl, hóast onkrir byrjanartrupulleikar við nógvum leysum tilfari vóru hvannasundsmegin, har spakin varð settur í fyri tunlinum 23. juni í fjør.

 

Undir almenna hátiðarhaldinum fer stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, at umrøða gongdina í arbeiðinum við nýggju viðareiðisfarleiðini, eins og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ið varðar av økinum, fær orðið, áðrenn seinasta skotið verður latið av. Eisini fer forkvinnan í Løgtingsins rættarnevnd, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, at siga nøkur orð um týdningin av nýggju viðareiðisfarleiðini. 

 

Eftir hæddarpunktið við skotinum, bjóðar Viðareiðis kommuna øllum til kaffi á Hotel Norð, har eisini onnur við tilknýti til verkætlanina hava møguleika fyri at fáa orðið.

 

Stjórin á Landsverki fegnast sjálvandi um, at arbeitt hevur verið so skjótt og effektivt, at upprunaliga tíðarætlanin er væl og virðiliga yvirhálað.

 

Landsverk er byggiharri á verkætlanini, meðan LBF, Samtakið Articon/LNS og Spenn ávikavist eru høvuðsráðgevar, høvuðsarbeiðstakarar og fakeftirlit.

 

Viðareiðistunnilin er 1.939 metrar langur og tilkoyringarvegirnir eru tilsamans umleið 3.700 metrar.

Úrslit: