Arbeiðið fevnir um Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Hovstunnilin, Leirvíkartunnilin, Kollfjarðartunnillin og Viðareiðistunnilin.
Viðlíkahaldsavtalan er galdandi frá 30. september 2017 og trý ár fram. Bjóðast skal samlað upp á uppgávuna at røkja hetta arbeiðið í øllum seks tunlunum hesi árini.
Fyri at kunna samanbera tilboðini, skulu øll tilboðini verða sett soleiðis upp, at eingin ivi er um, hvat eftirlitið og viðlíkahaldið kosta fyri hvønn einstakan tunnil sær.
Les meira á hesi leinkju:
http://www.landsverk.fo/fo-fo/viðlikahald-av-tunlum-boðið-ut