LISITATIÓN: Í dag hevur lisitatión verið um dagføring av vegamóti í Sørvági. Tvey tilboð komu inn.
Sp/f ZRJ Entreprenørar bjóða seg at gera arbeiðið fyri 2.293.000, og Sp/f Maskingrevstur fyri 2.680.000 krónur.
Kostnaðarmetingin hjá Landsverki, sum ikki fevnir um asfaltering, er 2.440.000 krónur.
Landsverk fer nú at gjøgnumganga og taka støðu til tilboðini.