03-06-2014
Eftirmeting av venjing í Hvalbiartunlinum

TILBÚGVING: Hósdagin 27. mars var skipað fyri eini venjing i Hvalbiartunlinum í sambandi við, at tunnilin hevur fingið tilbúgvingarætlan. Arbeiðsbólkurin, ið stóð fyri venjingini, hevur nú gjørt eina formliga eftirmeting.

Í Føroyum hava vit í eina tíð gjørt okkara egnu royndir við tilbúgvingarætlanum og venjingum í tunlum. Í seinastuni hevur verið arbeitt við at fáa teimum smærru tunlunum í landinum tilbúgvingarætlanir. Fyrst vóru tað tunlarnir Norður um Fjall, og nú hevur eisini Hvalbiartunnilin fingið eina trygdarætlan.

Hósdagin 27. mars 2014 var venjing í Hvalbiartunlinum. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini, vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Politiið, Sjúkraflutningstænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Tyrlan hjá Atlantic Airways og Landsverk. Næmingar frá Heilsuskúlanum í Hovi vóru við sum statistar. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Endamálið við tilbúgvingarætlanum er at tryggja best møguligt átak, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum. Deilætlanirnar hjá teimum ymsu pørtunum og samskiftið og samstarvið partanna millum verður tá roynt í verki.

Arbeiðsbólkurin, sum stóð fyri venjingini í Hvalbiartunlinum, hevur nú eftirmett og gjørt eina felags niðurstøðu um venjingina. Í arbeiðsbólkinum eru Heini Østerø, TórshavnarSløkkilið, Martin Berg ,Politiið og Jákup N. Olsen, samskipari avtilbúgving á Landsverki.

Sum heild metir bólkurin, at venjingin gekk væl. Um bólkurin skal nevna nakrar veikleikar í sambandi við venjingina, var tað serliga samskiftisútgerðin í tunlinum, sum ikki er nøktandi. Fyri at bøta um hetta arbeiðir Landsverk tí í løtuni við at seta upp sonevndan 'repitara' í tunlinum.

Eisini er arbeiðsbólkurin á einum máli um, at tørvur er á fleiri venjingum. Við fleiri venjingum av hesum slagi fara innsatsfólkini at kenna sín leiklut í venjingini betri.

Vilt tú vita meira um hetta evnið, kanst tú venda tær til kunningartænastuna á Landsverki, fartel. 290 804 ella 290 805.

Úrslit: