02-09-2016
Ferðslan ísv. hálv marathon í Vágum

FERÐSLA: Í sambandi við hálv marathon renningina úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 3. september, verður Vatnavegurin stongdur í tíðarskeiðnum kl. 11.30 - 13.00 frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum. Gásadalstunnilin er somuleiðis stongdur í umleið hálvan tíma millum kl. 11.00 og 11.30, meðan fólk renna og ganga ígjøgnum tunnilin. 

Tað er ítróttarfelagið Frælsi, ið skipar fyri hesum tiltaki saman við Fólkaheilsuráðnum og kommununum í Vágum.

Sí annars kort við rutuni ísv. hálv marathon í Vágum her: Maraton_vagar2016.pdf(2,95 MB)

Úrslit: