16-07-2021
Ferðsluljósini til tunlarnar Norður um fjall eru virkin aftur
Nýggja ljósreguleringin er sett upp aftur fyri tunlarnar Norður um fjall.

Herfyri var boðað frá, at ljósreguleringin sum var sett upp, fyri at bøta um ferðsluna fyri tunlarnar Norður um fjall, var óvirkin og nýggj ljósskipan skuldi setast upp. 

Hósdagin 15. juli, var nýggj fyribils ljósskipan sett upp. Nakrar reguleringar skulu gerast, fyri at ferðsla kann koyra eftir besta førimuni. 

Ljósskipanin er sett soleiðis upp, at bilførarar koma at bíða í mesta lagið 15 minuttir. Um gott tríggjar vikur, verður ein meiri snildari skipan sett í verk, har følarir vera settur á vegin og ferðslan kann koyra enn betri. 

Landsverk heitir á bilførarar, um at vísa varsemi og yvirhalda ferðsluljósini, so ferðslan kann koyra væl ígjøgnum tunlarnar. 

Úrslit: