30-10-2013
Ferðslutungur vegateinur verður nú breiðkaður
VERKÆTLAN: Tað hevur leingi verið ætlanin at breiðka landsvegin millum Skipanes og Skálabotn, sum er millum ferðslutyngstu vegateinar í landinum. Í ár er nakað av peningi settur av á fíggjarlógini, so arbeiðið kann byrja. Fyrsta og annað byggistig hava verið í útboði, og Articon eigur lægsta boð, sum er slakar 4,5 mió. krónur.

Ein partur av vegnum er gjørdur, og talan er sostatt um liðugtgerð av samlaða vegateininum millum Skipanes og Skálabotn. Arbeiðið, sum nú verður farið undir at gera, er ein teinur á umleið 1.500 metrar, har ongin vegøksl er. Breiðkingin fer fram við at fylla upp niðanfyri, har hetta ber til, og í øðrum lagi taka av lendinum omanfyri.  

 

Herfyri var lisitatión á Landsverki, og inn komu fýra tilboð, har trý liggja sera tøtt. Tað lægsta eigur Articon, ið bjóðar seg at gera arbeiðið fyri  4.483.000 krónur, RTS fyri 4.558.000, J&K Petersen 4.577.000, og síðsta tilboðið er frá JHR, ið vil gera arbeiðið fyri 6.648.000 krónur.

 

Landsverk skrivaði í síðstu viku undir sáttmála við Articon um at gera arbeiðið. Kostnaðarmetingin er 4.337.000 krónur, og hesin parturin av arbeiðinum skal vera liðugur á sumri næsta ár.

 

Við í tilboðnum er ikki liðugtasfaltering, eins og gerð av bilverju á einum parti av vegateininum. Hetta arbeiðið verður gjørt, tá peningur er tøkur.

Úrslit: