14-03-2024
Filmur um visjónina "Føroyar - ein býur"

Í samstarvi við Faroese Tunnelling Society og Visit Faroe Islands hevur Landsverk gjørt ein film, sum lýsir visjónina ”Føroyar - ein býur”, ið fyrstu ferð var orðað á skrift í Samferðsluætlanini frá 2007. Visjónin snýr seg um, at allir føroyingar skulu vera knýttir í veganetið og hava í mesta lagi ein tíma til og frá høvðusstaðnum. Visjónin er tó nógv eldri enn so, tí um vit hyggja eftir føroyskari samferðslusøgu, so hevur útbyggingin serliga verið drivin av øktum búskapi og við økismenning fyri eyga.

Filmurin skal sýnast á International Tunnelling and Underground Space Association (ITA) ráðstevnuni í Shenzhen, Kina, í apríl í ár, har visjónin “Føroyar - ein býur” er valt sum ein av teimum 50 mest merkisverdu verkætlanunum í heiminum.

Limirnir í áhugafelagnum Faroese Tunnelling Society eru Articon, Borg, El-service, Fróðskaparsetur Føroya, J&K Petersen, Jarðfeingi, Andreasen, Kanjon, KJ, Kreton, LBF, North, PB Consult, SEV, SMJ, Spenn, Thomsen og Landsverk.

Tað er PolarFilms, sum hevur framleitt filmin.

Úrslit: