16-03-2020
Fyribyrgjandi tiltøk í sambandi við koronavirus
KUNNING: Vegna Covid-19 tilráðingar frá myndugleikunum hevur eisini Landsverk sett nøkur fyribyrgjandi tiltøk í verk. Flest øll skrivstovufólk á stovninum arbeiða í løtuni heimanífrá, og næstu tvær vikurnar er móttøkan á høvuðsskrivstovuni í Havn stongd.

Hevur tú átrokandi boð til Landsverk, verður tú tí biðin um at skriva ella ringja til stovnin. Øll beinleiðis telefonnummur hjá starvsfólkunum og teldupostadressur eru at finna á okkara heimasíðu her

Heitt verður somuleiðis á skerv- og asfaltkundar, sum vitja okkara sølustøð kring landið, um at virða galdandi tilráðingar frá myndugleikunum um fyribyrgjandi atferð í sambandi við korona smittu.

 

Úrslit: