21-01-2024
Fyrilestur: Dashboard í ArcGIS online 25/01 kl. 16-17
Kundi tú hugsað tær at sæð, hvussu Dashboard verða gjørd í ArcGIS Online?

ArcGIS Online Dashboard* er ein web app, ið gevur brúkaranum møguleika at síggja og visualisera hagtøl út frá egnum dátum. Martin Sirkovsky, GIS ábyrgdarfólk hjá Tórshavnar kommunu, fer at vísa og greiða frá, hvussu dashboard verða gjørd. Hetta verður ein “live” sýning, har Martin vísir tey ymsu stigini, bæði, hvat eitt tílíkt dashboard yvirskipað skal innihalda, ymsar smálutir, t.d. at knýta til røttu dátur, og aðrar møguleikar. Harumframt eru tit meira enn vælkomin at seta spurningar so hvørt, um har er okkurt, sum tit ivast í.

 *Um tú hevur atgongd til ArcGIS online, so kanst tú eisini gera dashboard.

G.G. Fyrilesturin verður á enskum.

Tiltakið er ókeypis og verður á Náttúruvísindadeildin, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, hølið 511, t.  25. januar kl. 16-17. 

Tilmelding er ikki neyðug og drekkamunnur verður afturvið. 

Úrslit: