24-06-2019
Fyrsta skot latast av fyri Hvalbiartunli
HÁTÍÐALØTA: Í mars var sáttmáli við Articon um nýggjan Hvalbiartunnil undirskrivaður. Nú tríggjar mánaðar seinni er klárt at lata fyrsta skotið av fyri tunlinum.

Nýggjur Hvalbiartunnil hevur leingi verið ávegis, og nú verður hol sett á. Verkætlanin við tilhoyrandi vegagerð er komin so væl áleiðis, at fyrsta skotið nú verður latið av.

Hetta fer fram hósdagin 27. juni klokkan 15 nærhendis tunnilsmunnanum  hvalbiarmegin. Ein tekning, sum vísir, hvar hátíðarhaldið fer fram, kann takast niður her

Skráin
Tað verður Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin úti í Nesi nærhendis, har skotið skal latast av. Síðani verður tað borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, sum fær orðið. Aftan á hann fer Kristin Michelsen, borgarstjórin á Tvøroyri, eisini at bera fram eina heilsan.

At enda fær landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, uppgávuna at lata fyrsta skotið av, og hann fer í hesum sambandi eisini at siga nøkur orð.

Aftan á hetta bjóðar Landsverk øllum væl komin til kaffi og lætt ábit inni í Roynhøllini, har møguleiki eisini verður at taka orðið. Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, fer millum annað at hava eina stutta kunning inni í Roynhøllini um arbeiðið á staðnum og um, hvørja árvirkan hetta fer at hava fyri økið.

Øll eru hjartaliga væl komin at luttaka í almennu hátíðarløtuni fyri nýggja Hvalbiartunlinum.

Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.

Fakta um verandi Hvalbiartunnil
Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.

 

Úrslit: