Í illveðrinum hósdagin, var fyrsta skotið latið av fyri nýggju tunlunum norður um Fjall. Stjórin á Landsverk, Sigurd L. Lamhauge, bjóðaði vælkomin og lýddi afturá tíðina tá gomlu tunlarnir komu og fram til tíðina í dag. Til seinast ynskti Sigurd Articon og teimum í varða av, bestu eydnu við verkætlanini og síggja vit fram til eitt gott samstarv.
Síðani segði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, nøkur orð. Eftir røðurnar var Jørgen Niclasen fyrstur at trýsta á knappin til fyrsta skotið.
Eftir hátíðarhaldið, var boðið til kaffi, te og okkurt søtt í Róðrarneystinum í Árnafirði.
Myndirnar niðanfyri hevur Ólavur J. Hansen tikið.